Inntil á ólavsøku í fjør var Bill Jacobsen venjari á Skála. Tá samdust hann og felagið um, at tað var best, at teirra vegir skiltust, og at nýggjur maður fekk ábyrgdina.
Í kvøld hittust Bill og Skála aftur. Nú er Bill Jacobsen ungdómsmennari í Runavík og venjari hjá næstbesta NSÍ liðnum.
Tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, vísti talvan 2-1. Tað gekk altso ikki hjá Sorin Anghel og hansara skálamonnum at vinna fulla úrtøku í fyrsta triðinginum av ársins landskapping.
Talan var um javna grannauppgerð, og skálamenn vóru meiri á bóltinum. Men tá ið teir í seinna hálvleiki royndu at spenna álopsbogan fyri at vinna úrtøku, so megnaðu teir ikki at vinna seg í heilt góða støðu.
Miðskeiðis í fyrra hálvleiki legði Beinir Nolsøe heimaliðið á odda 1-0. 17 ára gamli Beinir Nolsøe hevur verið við í øllum dystunum í næstbestu deildini í ár, og í kvøld skoraði hann fyrsta málið í 1. deild í ár. Í fjør skoraði hann eitt mál.
Tveir minuttir seinni javnaði miðverjin Kristian Martin Jakobsen eftir deyðbólt, sum Poul Kallsberg tók sær av.
Fýra minuttir eftir steðgin skoraði Aron Knudsen 2-1 sigursmálið. Hann spældi í 67 minuttir, áðrenn hann varð skiftur út. Fyrr í dag spældi hann 35 minuttir, tá ið tað í bestu deildini endaði 1-1 millum NSÍ og 07 Vestur.
Mórits Heini Mortensen var allan dystin á vøllinum í 2-1 sigrinum ímóti Skála. Hann var fyrr í dag á besta liðnum í 10 minuttir. At NSÍ liðið í kvøld var væl mannað sást við at eisini Pætur Hentze spældi allan dystin, og at Pætur Turiðarson Skipanes var á vøllinum í 67 minuttir. Fyrr í dag var hann á besta liðnum í 35 minuttir.
Skála er topplið við 21 stigum fyri 8 dystir, og NSÍ er á øðrum plássi við 17 stigum fyri 9 dystir.
Hósdagin fær NSÍ vitjan av B71, og Skála fær vitjan av FC Suðuroy.
KÍ - AB 0-0
Víkingur - B36 5-1 (3-0)
1-0: Sveinur Justinussen 10.
2-0: Sveinur Justinussen 33.
3-0: Martin Klein Joensen 40.
4-0: Páll Eirik Djurhuus 53.
4-1: Gilli Samuelsen 81.
5-1: Rani Hansen 85.
NSÍ - Skála 2-1 (1-1)
1-0: Beinir Nolsøe 23.
1-1: Kristian Martin Jakobsen 25.
2-1: Aron Knudsen 49.
B71 - HB 1-3 (1-1)
0-1: Símun Samuelsen 20.
1-1: Clayton Soares 28.
1-2: Sjálvmál 62.
1-3: Rani Sørensen 88.
FC Suðuroy - EB/Streymur 2-1 (1-0)
1-0: Dennis Rasmussen Nielsen 26.
1-1: Magnus Jarnskor 69.
2-1: Reidar Dahl Joensen 82.
Skála | 8 | 7 | 0 | 1 | 17 | 6 | 21 |
NSÍ | 9 | 5 | 2 | 2 | 21 | 13 | 17 |
Víkingur | 8 | 5 | 1 | 2 | 18 | 12 | 16 |
B71 | 8 | 4 | 0 | 4 | 16 | 13 | 12 |
AB | 8 | 3 | 3 | 2 | 11 | 11 | 12 |
HB | 9 | 4 | 0 | 5 | 13 | 15 | 12 |
B36 | 9 | 3 | 2 | 4 | 11 | 15 | 11 |
EB/Streymur | 8 | 2 | 1 | 5 | 14 | 17 | 7 |
FC Suðuroy | 9 | 2 | 1 | 6 | 13 | 24 | 7 |
KÍ | 8 | 1 | 2 | 5 | 9 | 17 | 5 |