TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr løtuna, tá Tróndur Arge og Bill McLeod Jacobsen tóku samanum dystin B36-Víkingur 0-2.
Bill, sum var viðmerkjari hjá Rás2 til dystin heldur, at talan var um ein uppibornan sigur til Víking, sum átti væl størri lut í dystinum. B36 hevði eisini sínar løtur, men tað var ikki fyrrenn ímóti dystarenda, at B36 veruliga royndi.
Bill væntar, at hálvfinalan millum HB og NSÍ í morgin klokkan 18 verður ein jøvn og spennandi uppgerð. NSÍ er á odda 1-0 frá tí fyrra dystinum.
Hilmar Jan Hansen sigur frá dystinum á Rás2, og sjálvandi ber eisini til at fylgja dystinum á in.fo.