»Koma hansara verður eftir sterku virkan Satans, við øllum mátti lyginnar og teknum og undrum og við øllum svikum órættvísinnar fyri tey, sum fortapast…« (2. Tess. 2.9-10) Filmir, sjónvarp, radio, erotiskar romanir og bílig magasin samvirka til, at tað er nærum ómøguligt fyri fjøldina at hugsa sjálvstøðugt. Táið disiplinurin verður brotin niður í heiminum, og tað samstundis dagliga verður sproytað gift inn, so kann ein ikki undrast yvir, at fólkasinni er til reiðar at taka ímóti hvørjum sum helst uttanum sannleikan. Tey eru til reiðar at trúgva lygnini, tí stóru lygnini.
Tað er møguligt, at »flokshugsanin« hevur gjørt, at individuel støðutakan er vorðið eitt avoldað »begreb« í landi okkara. Eru vit vorðin ein robott-sivilisatión, bestemma av massamedio, trýst saman í ein form og kasta higar og hagar av politiskum fyriskipanum? Eru vit broytt til handilsvøru, soleiðis at vit handla við trúnni og lívi okkara? Sum tjóð sær tað út til, at vit missa okkum burtur og hitt einstaka menniskja er í sama vanda. Studenturin er vorðin eitt kartotekskort, eitt tal í hagtølunum. Tað persónliga sambandi millum lærara og studentar, sum var áður, verður brotið niður. Studenturin er vorðin ein partur av tí stóru fjøldini.
Hyggja vit eftir tí læknaliga í eini støðu, sum framleiðir skaðiliga tjóðskaparliga psykosu, so eiga vit at minnast til orðini hjá Bernhard Iddings Bella: »Alt tað menniskjaliga dilemma verður ikki loyst við at ein fær minka eitt sindur uppá symptomini, tað er alt kloakksystemið, sum er vorið í ólagi«.
Í tíðum við tjóðskapartrupulleikum eiga vit at lurta eftir orði Guds, tá hann roynir at fáa okkum at lurta, hvat hann hevur at siga. Fleiri ferðir finna vit ikki orsøkina við teimum katastrofum, sum kunnu ráma eitt land. Charles C. West sigur: »Vit venda okkum til Gud og biðja um hjálp, tá grundvøllur okkara skelvir, bert fyri at uppdaga, at tað er Gud, sum fær hann at skelva«.
Kanska Gud talar til tjóðina sum eitt heila og tann einstaka á henda hátt. Vit eru ikki skapt fyri at liva eitt lív í tómleika. Vit eru ikki skapt fyri at keða okkum. Vit verða ikki skapt fyri at skula rista av bangilsi. Frykt okkara og øll stúran okkara strekkir seg uppeftir fyri at finna eitt »hví«. Tað eru tekin á himlinum. Tey vísa á eitt betri lív, ein betri veg, ein betri dag.
Tú og eg vórðu skapt fyri at liva á hæddunum. Bíblian sigur um menniskja: »Tú gjørdi tað lítið lægri enn Gud, við heiður og dýrd krýndi tú tað. Tú setti tað at ráða yvir handaverkum tínum, alt legði tú tí undir føtur«. (Sálm. 8.6.).
Tað er Jesus Kristus, sum gevur tí einstaka virðisleika og lívinum tess virði. Hann sigur: »Hvat batar tað menniskjanum at vinna allan heimin og bøta við sál síni? Hvat man menniskja kunna geva sum viðurlag fyri sál sína« (Mark. 8.36.37).
Kristus lærdi, at í eygum Guds var ein sál meira verd enn allur tann materialistiski heimurin! Í eygum Guds er tann einstaki meira verdur enn nakað annað. Tá ið Kristus kallar eitt menniskja at fylgja honum, tá kallar hann viðkomandi út frá »fjøldini«. Kristus kann fylla øll tómrúm. Hann kann endurnýggja tína persónligheit. Hann kann vera sannleikin hjá verandi ættarliði.
Spurningurin er: Hvar kunnu vit finna Kristus? Hvar kunnu vit finna hetta nýggja lívið? Hvussu kunnu vit verða teir menn og tær kvinnur, sum Guds hevur ætlað, at vit skulu vera?
Kelda: Billy Graham
Verden i Flammer 1971
Umsett hevur Símun Pauli Jacobsen, Vestmanna