Síðan Jákup á Borg stovnaði Sp/f Bilrøkt fyri góðum ári síðan, er virksemið hjá fyritøkuni nógv vaksið. Fyritøkan byrjaði við at spesialisera seg í at polera, reinsa og lakkforsegla bilar og at selja brúktar bilar fyri kundar.
Síðan víðkaði fyritøkan tænastuna við eini hjálpar- og flutningstænastu við einum bili, sum fólk kundu ringja eftir alt samdøgrið.
Fyri einum góðum mánað síðan keypti ein annar persónur seg inn í fyritøkuna. Talan er um Geir Wardum, ið hevur hollar royndir innan bilbransjuna og hevur seinastu árini verið leiðari á tveimum Shell servicestøðum.
Í hesum sambandi verður virksemið hjá fyritøkuni aftur víðkað við mekaniskum bilverkstaði og dekksølu.
Mekansiki verkstaðurin tekur sær av smærri umvælingar so sum oljuskiftum, dekkskiftum og balansering. Teir bjóða t.d. eitt pakkatilboð, har teir kanna dekk, olju, ljós, sprinklaravesku og viskarabløð.
Verkstaðurin er útgjørdur við nútímans dekk- og balanseringsmaskinum, og teir skaffa øll sløg av dekkum.
Jákup á Borg og Geir Wardum siga, at teir altíð eru til reiðar við einum góðum tilboði upp á at gera bilin vetrarkláran.
Í sambandi við søluna av brúktum bilum siga teir, at Sp/f Bilrøkt eisini virkar sum ein bilmeklarafyritøka.
Tað at fyritøkan hevur spesialiserað seg í at slípa, polera, reinsa og lakkforsegla bilar, verður nú marknaðarført undir navninum “Car-cosmetic”, har teir viðgjørdu bilarnir síggja út sum spildurnýggir - reinir og blankir uttan og innan.
Meira fæst at vita á heimasíðuni: www.bilrokt.fo ella við at venda sær til Sp/f Bilrøkt, P. við Steingøta 26, tel. 588880 / 588881