Bilsmiðjan í Fuglafirði: Handverk í báðum ættum

Bæði abbin í móðirætt og og abbin í faðir ætt, ávikavist Jóhannes Øregaard og Esmar Simonsen, vóru smiðjumeistarar.

 

 

Sp/F Bilsmiðjan í Fuglafirði húsast í góðum og dagførdum hølum beint við vegin, tá tú kemur til Fuglafjarðar. Hetta er á høgru síðu undir vegnum, har bensinsølan hjá Bjarna Eliasen áður helt til, og adressan er í Brekkum 1. Her hevði hann bensinsølu, og hann hevði eisini bilverkstað.

Tað er Jóhannes Simonsen, sum rekur Sp/F Bilsmiðjuna, ið hann eigur saman við pápa sínum, Martini Simonsen. Hølini vórðu keypt í mars í 2018, og síðan tók tað einar 4-5 mánaðir at gera hølini klár og útvega sær lyftarar og øll neyðug amboð.

- Eg og vinmaðurin, Rógvi Mohr, ið hevur drúgvar royndir sum handverkari, høvdu leingi tosað um, at tað hevði verið stuttligt at latið upp eitt bilverkstað. Vit báðir hava sett hølini í stand, og hann hevur verið og er mær ein dyggur stuðul. Í byrjanini vóru bara Rógvi og eg, men nakrar mánaðir eftir, at Bilsmiðjan var komin í gongd, kom beiggi mín, David Simonsen, eisini at arbeiða her, soleiðis at vit nú eru tríggir, sigur hann.

Bilsmiðjan í Fuglafirði hevur nú tvey ár á baki, og Jóhannes Simonsen letur væl at. Her verður í fyrsta lagi arbeitt við mekaniskum umvælingum og viðlíkahaldi av persónbilum og smærri vørubilum. - Vit gera dekkskift, javnviging og sporing, olju-og filturskift, bremsuskift, feilfinning við eitt nú testara, og vit taka okkum eisini av eftirliti og hava dekksølu, sigur Jóhannes Simonsen, sum leggur aftrat, at verkstaðurin er væl dagførdur við øllum neyðugum amboðum og tólum.

Tað er eingin annar bilverkstaður í Fuglafirði í løtuni, og her er nógv arbeiði. Nógv fólk kemur til bygdina til arbeiðis á morgni og fer heim aftur, tá dagur er lokin. - Við tað, at vit liggja so væl fyri, kunnu fólk, sum hava ymiskt viðlíkahald at gera, seta bilin hjá okkum um morgunin, tá tey koma til arbeiðis og fáa bilin við sær aftur, tá tey fara heimaftur.

Jóhannes Simonsen vísir á, at Bilsmiðjan eisini hevur nógv góð og trúgv viðskiftafólk í Fuglafirði, og hann fegnast um, hvussu væl fólk í bygdini hava tikið ímóti teimum.  - Øll eru vælkomin at spyrja seg fyri hjá okkum, og vit vilja altíð gera okkara besta og veita bestu tænastu, sigur hann.

Jóhannes Simonsen er sjálvur útbúgvin bilmekanikari, og hann er eisini útbúgvin maskinmeistari. Beiggi hansara, David Simonsen, er eisini bilmekanikari, og Rógvi Mohr er ein royndur og dugnaligur handverkari.

Tað liggur í ættini hjá Jóhannesi Simonsen at fáast við bilar og billutir. Pápin er, sum vit áður hava nevnt, Martin Simonsen, sum í fleiri ár seldi billutir. Tað liggur eisini í báðar ættir at fáast við handverk. Bæði abbin í móðirætt og abbin í faðirætt, ávikavist Jóhannes Øregaard og Esmar Simonsen, vóru smiðjumeistarar.

##med2##