Í minsta lagi fimm fólk doyðu leygardagin, tá ein bilur sprongdist nærhendis einari politistøð í meksikanska statinum Michoacán.
Tað upplýsir ákæruvaldið í Meksiko sunnudagin, sambært tíðindastovuni AFP.
Spreingingin hendi stutt fyri middag lokala tíð framman fyri høvuðssætinum hjá løgregluni í strandabýnum Coahuayana, upplýsir ákæruvaldið.
Trý av teimum deyðu vóru løgreglufólk á staðnum.
Sambært AFP eru bilspreingingar sjáldsamar í Meksiko, hóast trý fólk fingu skaða í oktober, tá ein bilbumba brast í statinum Guanajuato.
Fleiri av harðligu og máttmiklu rúsevnakartellunum í landinum hava heimstað í statinum. Talan er millum annað um kartellið Jalisco Nueva Generation (CJNG), sum USA hevur sett á sín lista yvir yvirgangsfelagsskapir.
Staturin Michoacán hevur seinastu tíðina verið plágaður av ófriði, eftir at Carlos Manzo, sum var borgarstjóri í Uruapan, varð dripin fyrst í november.
Hann doyði eftir at hava verið skotin fleiri ferðir alment 1. november, meðan hann var til hátíðarhaldið av degi teirra deyðu í Uruapan í statinum Michoacán.
Drápið av 40 ára gamla borgarstjóranum elvdi til tveir dagar av hópmótmælisgongum í statinum, har mótmælisfólk settu eld á almennar bygningar og stríddust við løgregluna. Fleiri enn 100 fólk fingu skaða undir mótmælisgongunum, sambært AFP.
Harðskapurin millum ymiskar kriminellar bólkar og løgregluna í Michoacán er vaksin seinastu tíðina. Sambært The New York Times var Carlos Manzo sjeyndi borgarstjórin í meksikanska statinum, sum varð dripin síðani 2022.
Manzo var vælumtóktur borgarstjóri og hevði fleiri ferðir ákært meksikansku stjórnina fyri ikki at gera nóg mikið fyri at steðga skipaðum brotsverkum.
Handtikni maðurin er eftir øllum at døma partur av einum kriminellum bólki, sum er knýttur at CJNG-kartellinum.
##med2##
/Ritzau/











