Bilstevna í Klaksvík

Stór bilstevna verður í Klaksvíkar Ítróttarhøll 8. og 9. apríl. Øll tey kendastu merkini verða at síggja

Stór bilstevna verður í Klaksvíkar Ítróttarhøll 8. og 9. apríl. Øll tey kendastu merkini verða at síggja

Aftur í ár verður stór bilstevna í Klaksvíkar Ítróttarhøll. Sum vant verður høllin full av nýggjum bilum, og sjálvandi verða øll tey kendastu merkini umboða. Í ár verða tað Reyni Service, Norðbil, Esmar Simonsen, Ivan Johannesen og Opel sum koma at vísa sínar bilar fram. Tað er tíbetur blivin ein afturvendandi táttur, at Klaksvíkar Ítróttarhøll hvørt ár, er rammin um stórar bilstevnu. Norðoyingar er sum heild takksamir yvir, at bilsølurnar geva sær tíð til at plaga kundarnir í útjarðarøkinum, og er tað altíð ein fyrimunir, at sleppa undan at fara heilt til Havnar at hyggja eftir nýggjum bilum. Fyrireikarnir siga í tíðindaskrivið at stevnan verður leygardagin 8. og sunnudagin 9. apríl, og er hon opin báðar dagarnir frá kl. 16.00 til 21.00.

Fyri at tey vaksnu kunnu í friði hyggja eftir teimun nýggjum bilinum, verður skipa fyri undirhaldið fyri børnini viðsíðuna av høllini ? inni í Lognbrá. Har verður barnafilmar vístir ímeðan stevnan er opin.