Í gjárkvøldið fór ein bilur útav á Vestmannavegnum.
Løgreglan sigur, at óhappið hendi undir eini yvirháling, har bilurin kom ov langt út á jaðaran, og fór útav. Men skaði varð eingin, uttan eitt sindur av skaða á bilin.
Á Langasandi hendi eisini eitt ferðsluóhapp, tá ið ein persónbilur og ein lastbilur møttust. Báðir bilarnir máttu út á jaðaran og tá hendi tað, at jaðarin skrædnaði undan lastbilunum Lastbilurin fór á liðini, men størri skaði enn tað, stóðst ikki av óhappinum.
Myndina av óhappinum á Vestmannavegnum, tók Brynjálv Petersen.