Tvey ferðsluóhapp vórðu í gjár fráboðað løgregluni. Í rundkoyringini við Varpið í Klaksvík koyrdi ein bilur á ein persón í koyristóli. Sjúkrabilur kom á staðið, men viðkomandi í koyristólinum fekk tó ongan skaða.
Á Giljanesi rendu ein bilur og eitt prutl saman, tá biluri skuldi snara. Hetta var í myrkinum um nátturðatíð, og eftir øllum at døma hevði prutlið einki ljós, so bilførarin sá ikki prutlið.
Í Ørðavík koyrdi ein bilur á ein seyð. Tann bilførarin varð skuldsettur fyri at koyra bil ávirkaður av rúsevnum. Blóðroynd varð tikin, og tað málið koyrir sína gongd.











