Tíðliga í morgun var fekk løgreglan boð um, at ein bilur var stolin vesturi í Vágum.
Løgreglan lýsti eftir bilinum og seinni í morgun boðaði ein bussførari frá, at hann hevði funnið bilin.
Løgreglan sigur, at ongi spor í bilinum benda á, at nakar hevur meiðslað seg í óhappinum, men tey eru farin at kanna málið
Tá var hann farin út av á vegastrekkinum ímillum flogvøllin og Vatnsoyrar og var illa farin.
Tað hevur verið ógvuliga hált í nátt og tað kann hava tikið bilføraran á bóli.
Annars hevur løgreglan bara fingið boð um einstøk smávegis óhapp í hálkuni.
Hinvegin hevur løgreglan havt tað friðarsligt hetta vikuskiftið.
- Hetta hevur verið eitt av teimum heilt frægu vikuskiftunum, sigur vakthavandi á politistøðini