Fyri eini løtu síðani fekk løgreglan boð um at ein bilur var farin út av við Kirkjuna á Glyvrum.
Bilurin fór runt, men stórt meiri enn tað veit løgreglan ikki beint nú. Tey vita kortini, at bilførarin er sloppin úr bilinum og er hann nú fluttur á Landssjúkrahúsið til nærri kanningar.