Í morgun klokkan 8 fór ein bilur útav millum Vestmanna og Kvívík. Bilurin er illa farin, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.
Ein einsamøll kvinna sat í bilinum, og hon fekk ongan skaða, sigur vakthavandi.
Tað var orsaka av nógva mjørkanum, at bilurin fór útav.
Sjálvur bilurin er illa farin.