Jemaah Islamiyah skipaði fyri teirri blóðugu atsóknini á frítíðaroynni Bali í oktober í 2002, og nú viðganga nakrir fyrrverandi leiðarar í felagsskapinum, at tað var Osama bin Laden, sum bað teir skipa fyri atsóknum fyri at beina fyri amerikanarum.
-Í einum boðum frá bin Laden fingu vit at vita, at tíðin var komin, til at allir muslimar skuldu hevna seg inn á amerikanararnar, tí USA hevur dripið og gjørt seg inn á muslimar allastaðni, segði ein av fyrrverandi leiðarunum í Jemaah Islamiya, Mohamed Nasir Abbas, í samrøðu við sjónvarpið í Malaysia fyrrakvøldið. Sambært fyrrverandi leiðaranum fingu teir boðini frá bin Laden á heysti í 2000.
Nasir Abbas og tríggir aðrir fyrrverandi leiðarar í Jemaah Islamiyah, sum sita fongslaðir í Indonesia, siga, at teir vóru í venjingarlegum hjá al-Qaeda í Afghanistan.
Mannarættindafelagsskapir í Indonesia og Malaysia siga seg ivast í tí, sum teir fýra siga nú. Felagsskapirnir siga, at tað er ikki óhugsandi, at menninir eru vorðnir píndir í tí indonesiska fongslinum, og at teir vórðu noyddir at siga tað, sum teir søgdu í sjónvarpinum.