Bin Laden er í Pakistan

Yvirgangsleiðarin Osama bin Laden er í pakistanska býnum Peshawar.

UTTAN ÚR HEIMI

YVIRGANGUR

Amerikanska blaðið Washington Post skrivaði í gjár frá álítandi keldum í Pakistan, at tann eftirlýsti yvirgangsmaðurin Osama bin Laden fjalir seg millum sínar viðhaldsmenn í pakistanska býnum Peshawar.
Sambært keldunum flýddi bin Laden úr fjallaholunum í Tora Bora í Afghanistan í desember, og síðani skal hann hava verið í Pakistan.
Keldurnar vita eisini at siga, at partar av pakistansku fregnartænastuni hava játtað at fjala bin Laden, og at fólk, sum eru ímóti stýrinum hjá Pervez Musharaf, forseta stuðla teimum.
Washington Post sigur seg eisini hava fingið at vita frá sínum pakistansku keldum, at hermenn hjá Taliban og al-Qaeda, sum eru í Pakistan, hava fingið boð um at fara aftur til Afghanistan at beina fyri amerikanskum og øðrum útlendskum hermonnum, sum eru har.
Síðani amerikanska stjórnin lovaði 25 milliónir dollarar í finningarløn fyri bin Laden, hevur fleiri ferðir ljóðað, at hann er í Pakistan.