Bin Laden framvegis á lívi

-Hóast vit hava roynt at beina fyri honum, kenni eg meg rættiliga sannførdan um, at Osama bin Laden framvegis er á lívi, sigur ovastin fyri amerikansku herleiðsluni, Richard Myers, generalur

Í samrøðu við amerikanska sjónvarpið Fox segði generalurin, sjálvandi er tað ikki óhugsandi, at yvirgangsleiðarin er deyður, men sjálvur kendi hann seg rættiliga vísan í, at Osama bin Laden framvegis er á lívi.
Richard Myers kendi seg samstundis vísan í, at fyrr ella seinni fer tað at eydnast USA at fáa fatur á bin Laden.
- Men hann er ikki tann einasti, sum vit leita eftir, tí hann hevur nógvar medarbeiðarar, sum vit eisini vilja hava fatur á, legði herovastin afturat.
Samstundis er tað vorðið týðiligt, at amerikanararnir og teirra sameindu vita ikki, hvar bin Laden er. Sunnudagin skrivaði New York Times, at hann fjalir seg onkunstaðni har eysturi í Afghanistan, men sama dag skrivaði bretska blaðið Daily Telegraph, at bin Laden fjalir seg hjá einum víðgongdum muslimskum felagsskapi í indiska partinum av Kashmir. Blaðið visti eisini at siga, at servandir amerikanskir og bretskir hermenn leita eftir honum har.
Amerikanski verjumálaráðharrin, Donald Rumsfeld, segði so seint sum í gjár, at fyri amerikanarar er tað avgerandi at tryggja, at bin Laden ikki kann stýra felagsskapi sínum al-Qaeda.
Altjóða serfrøðingar í yvirgangi hava fyrr sagt, at al-Qaeda kann leggja ætlanir um yvirgang og fremja tær, sjálvt um boðini ikki koma frá bin Laden.