Fyrsta sunnudag í advent er sum vant føroyskt BINGO á Ryttergården í Ballerup, eini 80-90 fólk eru savnaði í sethúsinum á Ryttergården. Hetta er hvørki meira ella minnið enn, tað plaga at vera. Hølini eru hugnalig, og fólk eru glað. Men sum til bingo flest er eitt sindur av spenningi í luftini. Vinningarnir eru ymiskt, sum limirnir hava latið ella sum felagið hevur keypt. Eingin ivi er tó um, hvør høvuðsvinningurin, ein ferð fyri tvey við bili til Føroyar við Norrønu er hægst á listanum hjá flestu bingogestunum. Hóast onkur av teimum yngru heldur, at tann stóri legokassin, sær nógv meira áhugaverdur út.
Heimsins virknasta føroyingafelag
Føroyingafelagið í Ballerup man teljast ímillum tey virknastu føroyingafeløgini í heiminum. Elinborg Joensen er forkvinna í felagnum, hon greiðir frá, at tey hava skipað fyri BINGO fyrsta sunnudag í advent síðan felagið var stovnað í 1968
Síðan í 1978 hevur hugnaligi Ryttergården verið karmur um virksemið hjá felagnum, og sostatt eisini árliga BINGOið. Gamli bóndagarðurin liggur eitt sindur fyri seg sjálvan, men tað tekur einans eitt korter at ganga frá Ballerup tokstøðini til garðin.
Fólkið, ið er savnað í hugnaligu sethúsunum henda dagin, er sum vant mest fólk úr Ballerup, Herlev, Smørum og Glostrup. Hetta eru fólk úr forstøðunum. Elinborg sigur, at onkur innið úr Keypmannahavn onkuntíð kemur til tiltøk, men tað er ikki so ofta. Tað eru oftast limirnir í felagnum, sum koma til tiltøkini. Felagið hevur uml. 130 limir.
Savnar ættarliðini
Bingoið er eitt serligt tiltak, og til tað koma ofta tey yngru ættarliðini við. Soleiðis er eisini henda sunnudagin. Har er tildømis Familjan Nolsøe/Stenberg, sum er umboðað við trimum ættarliðum. Hjá nógvum familjum, er hetta blivið siður hvønn fyrsta sunnudag í advent, og hetta er vorðið okkurt man ger saman sum familja.
Miðalaldurin hjá limunum í felagnum er støðugt hækkaður, og Elinborg fortelur at nógv eru farin gjøgnum árini, men fleiri hanga enn við. Hon gleðist um, at nú koma ommu- og abbabørn eisini við.
Nógv tiltøk
Elinborg var eisini forkvinna, tá felagið varð stovað í 1968 og hevur verið virkin í felagnum øll árini. Nú er hon so vorðin forkvinna aftur. Hon sigur, at felagið er eitt sindur minnið virkið nú enn tað var fyrr, tá fólk vóru yngri. Men enn verður skipað fyri hugnakvøldið eina ferð um mánaðan, annað hvønn mánað er fyrilestur um okkurt evni, Trettandi verður altíð hildin tað fríggjakvøldið, ið er næst 6. januar, síðsta vikuskiftið í januar er ræskjøtaveitslan, umframt at felagið hevur várveitslu og heystveitslu.
Tá ræstkjøtaveitsla er verður eitt størri høli á Ryttergården, ið tey kalla Loen, tikið í nýtslu. Her rúmast fleiri fólk, og ræstkjøtaveitslan er altíð væl vitjað, sigur Elinborg. Fyrr plagdi føroyingafelagið at hava fullan nýtslurætt til Loen, men nú skulu tey gjalda leigu fyri hetta hølið, tí verður tað ikki brúkt so oftað sum fyrr.
Í sethúsinum rúmast umleið 100 fólk, so tey 80, sum eru komin á bingo, fylla hølini væl, tó uttan at tað gerst trongt. Umframt sethúsið og Loen er ein triðja lon á gamla bóndagarðinum, hana kalla tey Hestastallin.
Ryttergården var ein dreymur
Tað er Ballerup kommuna, ið eigur Ryttergården, men føroyingafelagið hevur saman við fólkadansarunum í Ballerup nýtslurætt til sethúsini, feløgini hava lagaligar treytir. Tey skulu røkja hølini innan og gjalda 100 kr. um mánaðan í húsaleigu. Elinborg greiður frá at fyrstu árini fjakkaði felagið ímillum skúlar og samkomuhús í Ballerup økinum, men ein dagin sóu tey eina lýsing, har fólkadansarafelagið í Ballerup spurdi, um okkurt felag var áhugað í at seta hølini í stand saman við teimum. Tað einasta felagið, ið vísti áhuga var føroyingafelagið, og síðan tá hevur Ryttergården verið felagshúsið. At hava eini høli var ein dreymur hjá felagnum, og tá vit so fingu hølini vóru vit ótrúliga glað, sigur Eliborg.
Eru partur av gerandisdegnum
Samahaldi í felagnum er sera gott. Hóast tey búgva øgiliga spjødd, so eru tey partur av gerandisdegnum hjá hvør øðrum og ganga ofta á gátt hjá hvør øðrum. Vit halda okkum vera eitt sindur annarleiðis enn danir, sigur Elinborg, ið heldur, at tað er muran og lyndið, sum eru ymisk. Hon sigur, at sterka felagslívið í felagnum, heldur lív í sambandinum hjá børnunum og ommu- og abbabørnunum til Føroyar.
Hetta síggja vit eisini dømi um henda sunnudagin: Triðja ættarlið av føroyskum útisetum, børn, ið práta danskt, men skilja føroyskt, venja føroysku tølini við foreldrum sínum. Her er ein kensla av felagskapi. Hetta er eitt føroyingafelag, sum heldur lív í føroyska samleikanum, hjá hesum nógvu útisetum.
Heldur fram so leingi, sum hon orkar
Elinborg er ein eldsál, ið hevur virkað í felagnum í eitt mannaminnið, nú á gamalsaldrinum er hon aftur forkvinna í nevndini. Hon sigur, at hon ætlar sær at vera virkin, so leingi sum lív og heilsa lata hana vera tað. Hon hevur verið gift við manninum Sigmundi í 57 ár, og hóast hon hevur búð í Danmark í nógv ár, tosar hon føroyskt sum fyrsta dagin.
Til Føroyar at ferðast
Nú er løtan komin, at spælast skal um ferðina við Norrønu. Spenningurin er alsamt vaksandi, meðan skrivarin í felagnum Heini Davidsen lesur tølini upp. Pláturnar fyllast alsamt - nú verður ivaleyst skjótt bingo, bert fá tøl eru eftir hjá fleiri, Knappiliga rópar onkur BINGO! yviri við borðið hjá Stenberg/Nolsøe familjuni. Tað eru tey bæði elstu Tórálvur og Rigmor Stenberg, ið hava vunnið. Spenningurin er av í hølininum á hesum sinnið. Tórálvur og Rigmor eru sera glað fyri vinningin, og gleða seg til at sleppa til Føroyar at ferðast.