Binni verður aftur í reyðum og svørtum

Brynjar Hlöðversson hevur gjørt nýggjan sáttmála

Havnar Bóltfelag hevur í dag – jólaaftan – boðað frá, at Brynjar Hlöðversson hevur longt sáttmálan við felagið, so hann eisini er galdandi fyri 2019. 

 

Tað hevur leingi ljóðað, at samráðingarnar hava gingið væl, men at íslendski stríðsmaðurin skal fáa alt at passa saman í Íslandi, áðrenn hann kundi skrivað undir við HB. Tað er so nú komið upp á pláss.

 

Sostatt hevur HB longt við næstan allan hópin frá farna kappingarárið, har HB vann FM við 73 stigum, sum er nýtt met. Undantøkini eru John Frederiksen, sum er farin til Frem í Danmark, og Símun Samuelsen, ið væntast at leingja sín sáttmála í næstum.

 

Higartil hevur HB fingið tilgongd av Hørði Askham úr KÍ og Pæturi Petersen úr EB/Streymi. Tað ljóðar, at HB leitar eftir einum áleypara og hugt verður uttanlands.

 

HB.fo skrivar:

Havnar Bóltfelag kann í dag – jólaaftan – bjóða øllum HB arum eina deiliga jólagávu. Okkara raski og altíð smílandi jauari á miðjuni heldur fram í HB komandi ár. Brynjar Hlöðversson hevur gjørt nýggjan sáttmála við HB, sum er galdandi fyri komandi kappingarár.

 

Brynjar Hlöðversson, eisini nevndur Binni millum okkum í HB-húsinum, eigur sín stóra lut í 23. meistaraheitinum. Við sínum síða reyða skeggi, vakra langa hári og litfagra lyndi hevur hann vunnið hjørtini á okkum øllum, men hann hevur sanniliga eisini vunnið okkara viðring, við sínum avgjørdu, stríðssinnaðu og ósjálvsøknu avrikum á verjukenda miðvøllinum.

 

29 ára gamli miðvallarin hevur allatíð sagt, at hann ynskir at halda fram í HB. Nú kunnu vit gleðast um, at alt er komið upp á pláss og sáttmálin er undirskrivaður. Í Binna hevur HB ein spælara, sum er sinnaður at geva alt fyri sínar viðspælarar. Tí fegnast vit eisini um, at “5-arin” hevur longt sáttmálan og verður við í Champions League ævintýrinum í summar.

 

Gleðilig jól, ella sum Binni vildi sagt “Gleðileg jól”!