Birgir er klaksvíkingur sum býr í Vestmanna. Hann er føddur í Klaksvík 16. februar 1960, sonur Linu, f. Danielsen (1927-2009), úr Húsavík, og Símun Waag Høgnesen í Klaksvík. Birgir er næstyngst av fimm brøðrum, teir eru: Manni, Ólavur, Høgni, Birgir og Ingi.
Onkur hevur í skemti sagt, at okkara starvsfelagi er eitt sosialt tilfeldi. Hann byrjaði nevniliga at selja Sosialar sum sjey ára gamal, og tað ger hann enn.
Birgir hevur helst fingið gott í beinini sum ungur sum ungur. Sum smádrongur gekk hann hús úr húsi í Klaksvík og seldi Sosialar fyri Villi Sørensen, blaðstjóra á Sosialinum, sum búði á Vágsheygnum í Klaksvík. Sum 13 ára gamal arbeiddi Birgir fyri fyrtøkuna hjá Hugo Gardar og Landshandlinum eftir skúlatíð í sambandi við at vøra kom úr Havn við Pride. Seinni seldi hann nýggjar Yamaha knallertir og súkklur fyri mammubeiggjan Himar Danielsen og ymiskar billutir í egnum handli í Klaksvík.
Eftir lokna skúlagongd fór Birgir á kokkaskúla í Klaksvík og seinni á Føroya Fólkaháskúla.
Á Háskúlanum hitti hann konuna, Jónhild, dóttir Jóhann Elias og Emmu Poulsen í Vestmanna. Árið eftir fóru tey bæði, Jónhild og Birgir, á Uldum Højlskole í Danmark..
Júst soleiðis sum Birgir er her í Miðlahúhusinum, er hann ikki bangin fyri at royna nakað nýtt. Hann hevur t.d. eisini roynt sjólívið. Í 1976 og 1977 var hann við trolaranum Nónhamar sum annar kokkur, umframt at hann var fleiri snellutúrar í Íslandi við m.a. Juvel, Bragd (Gardar ) og Fuglberg.
Helst í tráanini eftir at sleppa at selja kom Birgir til Havnar í 1985, tá hann fekk starv sum sølumaður hjá bilasøluni Vilhelm Nielsen í J.Broncksgøtu, sum seldi Opel, Bedford og Isuzu bilar. Seinni gjørdist hann bilasølumaður hjá Bilfríðkan við Velbastaðvegin, har teir júst høvdu yvirtikið umboðini fyri BMW, Fiat og teir amerikansku Chevrolet.
Í 1990 tók hann við einum starvi, sum versfaðirin hevði røkt framman undan, at selja tryggingar í Norðstreymi. Longu árið eftir fór hann í fast starv í Havn sum tryggingarráðgevi hjá Føroya Lívstrygging og í samtakinum hjá Tryggingarfelagnum Føroyar.
Í 2005 tók hann við eini nýggjari avbjóðing sum sølumaður á heilt øðrum øki. Birgir fór í starv hjá telefyritøkuni TeleTech, har hann seldi tráðleyst internet og tænastur í tí sambandi.
Birgir hevur, síðan hann var heilt ungur, víst okkara blað, Sosialinum, áhuga. Í nógv ár sendi hann óbiðin inn myndir frá fótbólti, hondbólti og øðrum hendingum, har hann hevur verið staddur. Í 2007 kom hann í starv sum lýsingarsølumaður á Sosialinum og við ábyrgd av leysasøluni. Tá Sosialurin keypti útvarpsstøðina Rás2, varð hann settur sum marknaðarleiðari har. Hóast hann er marknaðarleiðari og sølumaður, er hann ikki bangin at veita ein hjálpandi hond, har tað er tørvur á tí. Ikki so fáar myndir koma í húsið frá honum framvegis, og altíð er hann klárur at gera eitt innslag, ella bæði tvey, sum bæði eru klipt og redigerað til Rás2, um so er at onnur ikki hava stundir.
Birgir hevur eisini verið politiskt virkin, m.a. var hann nevndarlimur í Norðoya Javnaðarfelag í 6 ár og í Norðstreymoyar Javnaðarfelag í 15 ár, harav í 8 ár sum formaður. Eisini sat hann í floksleiðslu Javnaðarflokksins í 9 ár.
Hann man hava dugnað flokkinum væl, tí tað sigur ikki so lítið at Birgir frá Javnaðarflokkinum fekk litið uppí hendi, at umboða flokkin í ymiskum nevndum. Hann sat í stýrinum fyri Landssjúkrahúsið í 9 ár og eitt stutt skifti sum formaður í kanningarnevndini fyri sjúklingahotellið Hotel Tórshavn, saman við Rúnu Sivertsen og Hergeir Nielsen. Í løgtingsvalnevndini fyri Norðstreym sat hann sum formaður í trý valskeið. Frá 2004 og fram til seinasta árskifti hevur hann sitið í Færøernes Ulykkesforsikringsråd.
Í Vestmanna sat hann tvey ár í barnaverndini hjá Vestmanna Kommunu, og síðan 2004 hevur hann verið limur í Brunanevndini í kommuni. Í tvey ár sat hann í umboðsráðnum fyri Tryggingarfelagið Føroyar
Birgir hevur altíð góð hugskot, og hevur hann sett sær nakað fyri, ja so fullførir hann tað - um hann so skal gera alt einsamallur. Hann var ein av stigtakarunum til Bóltfelagið ”Æsir” í Vestmanna, Undirhúsið í Vestmanna og føroya fyrstu bátastevnuna sum var hildin fyrstu ferð fyri 8 árum síðan. Man kann róliga siga, at bátamentanin er markant broytt síðan tá.
Birgir hevur eisini roynt seg sum rithøvund. Í 2005 skrivaði hann bókina ” Teir tóku kjansin“, sum er um trolaran Kap Farvel, ið var heimahoyrandi í Vestmanna frá 1966 til 1975. Kenna vit hann rætt, er hetta neyvan hansara seinasta bókaverk.
Jónhild og Birgir høvdu silvurbrúðleyp 13. desember í fjør. Tey eiga fýra børn: Janie (1979), Durita (1985), Joan (1988) og Høgni (1993). Eisini eiga tey trý barnabørn: Teitur (2000), Ranja (2005) og Róar (2007), sum øll búgva í Kvívík.
Vit, starvsfólkini í Miðlahúsinum, ynskja okkara góða starvsfelaga hjartaliga tillukku við teimum fyrstu hálvthundrað árunum.