Lagið var sera gott frá byrjan til enda á borðhaldinum, nú allir flogbóltsspælararnir í Eikliguni hjá kvinnum og monnum í kvøld taka sær av løttum eftir eina drúgva kapping í vetur.
Flogbóltsfólkini dugdu væl at undirhalda sær sjálvum, og so høvdu tey eisini uttanríkisráðharran, Jørgen Niclasen, at standa fyri borðhaldinum, og hann var heldur ikki sørur.
Hæddarpunktini á kvøldinum vóru tær tríggjar ferðirnar, tá tey bestu á ymsum plássum og í ymsum leiklutum skuldu kjósast, og í tí høpinum var tað allarbesta goymt til síðst.
Tá øll tey ymsu vóru heiðrað, kom tað til ársins spælarar hjá kvinnum og monnum, og her fóru ávikavist Birgit Guttesen úr SÍ og Rúni Weihe úr ÍF avstað við væl uppiborna heiðrinum.
Ársins bestu 2008/09
Ársins hevari
Kvinnur: Annika á Stongum, SÍ
Menn: Hans Fróði Jensen, Fleyr
Ársins blokkleikari
Kvinnur: Sóley Poulsen, KÍF
Menn: Suni Juul Pedersen, Fleyr
Ársins álopsleikari
Kvinnur: Birgit Guttesen, SÍ
Menn: Rúni Weihe, ÍF
Ársins verjuleikari
Kvinnur: Margit Joensen, Mjølnir
Menn: Hjalmar Joensen, Fleyr
Ársins stjørnuskot
Kvinnur: Anja Danielsen, Fleyr
Menn: Emil Mikkelsen, SÍ
Ársins venjari
Kvinnur: Jóhan Petur á Stongum, SÍ
Menn: Boban Ilic, ÍF
Ársins leikari
Kvinnur: Birgit Guttesen, SÍ
Menn: Rúni Weihe, ÍF