Sunnudagin 12. februar klokkan 16 verður konsert í Klingruni í Norðurlandahúsinum við Kenneth Jones á trompet og Birgitte Schnakenburg á klaver.
Tað er útgávukonsert í samband við fløgu teirra, »Tíðin Rennur«, sum kom út beint fyri jól.
Á skránni eru fleiri løg av fløguni. Haraftrat luttaka tríggir av næmingunum hjá Kenneth Jones á musikkskúlanámi í tittullagnum.
Heitið á nýggju klassisku fløguni hjá TUTL, »Tíðin Renur«, sipar til føroyska sangin eftir Jógvan Waagstein. Keneth Jones hevur lagt lagið til rættis fyri kornett, flugelhorn, piccolo trompet og klaver, og er tað partur av fløguni, sum annars inniheldur klassiskan og væl umtóktan tónleik fyri trompet og klaver.
Fleiri av løgunum eru at finna á innihaldslistunum hjá »The Associated Board of the Royal Schools of Music«, og hjá ymiskum musikkkonservatorium og nøkur teirra eru sjálsom at finna á upptøkum.
Kenneth og Birgitte búgva bæði í Føroyum og arbeiða á Føroya musikkskúla.
Umframt samarbeiðið við næmingum musikkskúlans, byrjaðu tey at samarbeiða og framføra regluliga í 2008. Seinastu árini hava tey havt nógvar konsertir runt um í Føroyum, harav fleiri í Norðurlandahúsinum. Tvær framførslur hava eisini verið í Danmark og ein í London.
Í 2010 og 2011 hava tey havt konsertir á Summartónum, har tey millum annað hava frumframført verk eftir Kristian Blak og Atla K. Petersen.
Keneth og Birgitte verða aftur at hoyra á Summartónum komandi ár. Henda upptøka er teirra fyrsta almenna upptøka saman.
Fløgan er tikin upp í stóru høllini í Norðurlandahúsinum í tíðarskeiðinum 16. til 18. november 2011 av Finnur Hansen, ljóðteknikara.