Birita Matras Petersen tók sæti á fyrsta tingfundinum í dag, sum var klokkan 11:30 Mynd: Álvur Haraldsen

Birita tikið sæti á tingi í dag

Í dag tók Birita Matras Petersen sæti á tingi fyri Bjarna Hammer úr Javnaðarflokkinum

 

Birita Matras Petersen tók sæti á fyrsta tingfundinum í dag, sum var klokkan 11:30 Mynd: Álvur Haraldsen

Løgtingið samtykti á fundinum í morgun uttan atkvøðugreiðslu, at Birita Matras Petersen tekur sæti á tingi fyri Bjarna Hammer, løgtingsmann Javnaðarfloksins. Hann er á ST aðalfundi í New York umboðandi Løgtingið.

Birita Matras Petersen hevur sambært yvirlitinum hjá Løgtinginum ikki havt sæti á tingi áður. Hon er 27 ára gomul og stillaði fyri fyrstu ferð upp á løgtingsvalinum 8. desember í fjør. Hon fekk 159 atkvøður og gjørdist nummar 14 á listanum. Tað merkir, at hon var tríggjar atkvøður frá at fáa fast sæti á tingi. Seinasta fasta sessin hjá Javnaðarflokkinum fekk nummar 13 á listanum, Kim Durhuus, sum fekk 162 atkvøður.

 

##med2##

 

 

 

Birita Matras Petersen tók sæti á fyrsta tingfundinum í dag, sum var klokkan 11:30 Mynd: Álvur Haraldsen

Her situr Birita Matras Petersen í sessinum hjá Bjarna Hammer – í millumtvey av tingfólkunum hjá Javnaðarflokkinum, Eyðgunn Samuelsen og Jóhannus Joensen Mynd: Álvur Haraldsen