Føroyar vunnu seks heiðursmerki í NJM og NM kappingunum, sum hetta vikuskiftið vóru í Gundadali. Bestu úrslitini av føroysku svimjarunum rakk Birita Debes úr Ægir. Hon vann einastu gullkrónuna til Føroya, tá ið hon við fínum avriki sigraði í 100 metra kappingini í ryggsvimjing, og hon vann silvur í 50 metra kappingini í ryggsvimjing.
Hóast avrikini hjá Biritu vóru góð, so megnaði hon ikki at seta nýggj met. Hon eigur sjálv metið. Tað verður vónað, at hon í EM kappingini á stuttgeil, sum verður í Herning seinni í hesi vikuni, fer at betra um sítt egna met.
Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag vann bronsu í 1500 metra frísvimjingini. Hann hevði vónað at rokkið silvurplássið, men tað eydnaðist ikki.
Hini trý heiðursmerkini vórðu vunnin í kappingum, har tað ikki bar til at sleppa undan hjá Føroyum at vinna heiðursmerki, um tað eydnaðist at svimja teinin lógliga. Talan var um tvey heiðursmerki í liðkappingum og um bronsukrónuna, sum Turið S. Christiansen vann í 200 metra bringusvimjing.
Føroyar høvdu møguleika at vinna eitt bronsumerki aftrat. At tað ikki eydnaðist komst av, at føroyska liðið varð kolldømt í kappingini 4 x 100 m blandað fyri kvinnur. Svøríki vann gull og Danmark silvur. Tað luttóku bara trý lið í hesi kappingini. Føroyska liðið varð kolldømt orsaka av óregluligum starti.
Óførur norðmaður
Noreg stóð seg væl í kappingini. Millum tey, sum vóru í Svimjihøllini í Gundadali, varð serliga lagt til merkis Henrik Christiansen. Longu fríggjakvøldið vann hann 1500 metra kappingina í frísvimjing. Tíðin hjá honum var 14:56.99. Næstur honum var Ole Martin Bjørlykke, sum eisini er úr Noregi. Tíðin hjá honum var 15:19.31.
Henrik Christiansen er føddur í 1996 og harvið 17 ára gamal. Tíðin hjá honum í 1500 metra kappingini var so mikið góð, at hann bara er átjan sekund aftanfyri sættu bestu tilmeldingartíðina til EM kappingina, sum í hesi vikuni verður í Herning í Danmark.
Tað er einki at ivast í, at tað næstu árini verður nógv meiri at hoyra um Henrik Christiansen úr Noregi. Umframt at vinna gull á 1500 metrum frí, so vann hann gull í 400 metrum blandað, gull á 400 metrum frí, gull í liðkapping 4 x 200 metrum frísvimjing og silvur í 200 metra frí.