Birni eigur Rasmus

Stóri trubadururin, Birni Dam, náddi at ódeyðiliggera seg við fleiri fólkakærum slagarum – millum aðrar Rasmus – áðrenn hann alt ov ungur fór higani

Næstseinasta vikuskifti var Stokkseyra festivalurin hildin við føroyskum døgum. Eisini Simme var við í sambandi við, at tað í ár eru liðin júst 50 ár síðani hann á fyrsta sinni var í Íslandi og spældi.

Høvuðssangurin var Rasmus, sum longu tá hann varð spældur inn á plátu í 1958, gjørdist ógvuliga væl umtóktur í Íslandi.

Tá vit í blaðnum fríggjadagin skrvaðu, at Simme hevði gjørt orð og lag til sangin, so er hetta ikki heilt rætt.

Í 1956 kom Birni heim úr fjareystri, og vit fylgdust heim við Tjaldrinum úr Keypmannahavn. Har umborð var sum altíð sangur og skemt, og Birni vildi syngja ein sang, sum hann hevði roynt til eina skótaveitslu, men hann var ikki liðugur. Vit fóru niðurundir við gittara, og klokkan 4 um morgunin var hann borðbarur. Tá ið vit komu heim, gjørdi eg hann lidnan millum annað við 3. ørindi, greiðir Simme frá um upprunan til Rasmus.

Birni Dam lærdi til telegrafist og fór útlærdur burtur at sigla, men spældi saman við millum øðrum Simma, tá hann var heima.

Sum nevnt gjørdi Birni eina røð av sera væl umtóktum og nú ódeyðiligum sangum, so sum Eitt sunnukvøld í plantasjuni (ið er valdur til aldarinnar sang), Á bátadekki, Nú í kvøld, Hvønn ein mánadag og so Rasmus í Gørðum saman við Simma, umframt fleiri aðrar.

Birna Dam var tíverri ikki langt lív lagað, og hann fór higani í 1980, bert 43 ára gamal.

 

Til Íslands

- Eg kom í hóslag við Connie og systkini gjøgnum musikkin í 50-unum, Birni spældi av og á í orkestri saman við mær, og Connie var uppií sanginum í Tónleikafelagnum, sigur Simme Jacobsen.

Tað var í 1956, at Rasmus í Gørðum sá dagsins ljós, og árið eftir gjørdist møguleiki fyri at taka upp og senda víðari.

- Útvarpið kom í 1957, í røttu løtu til at gera innspælingar at varpa út, og seinni at gera til grammofonplátur. Vit blivu biðin um at koma til Íslands í 1959, tí plátan við Rasmus var blivin so væl umtókt har yviri. Men tað visti so illa til, at Birni var butur, tá ið vit skuldu yvir, so eg mátti syngja Rasmus. Tað var við ringum tannabiti, men tað eydnaðist so væl, at eg tann dag í dag eri synonymur við Rasmus í Íslandi, sigur Simme Jacobsen.

Nicolina var við í ferðini og bleiv kend fyri sínar sangir, harumframt vóru Jórun Dam, systur Connie, og Jórun Dam Jacobsen, systkinabarn Nicolinu, við í ferðini, og hesar fýra settu dám á framførslurnar.

Men sum sagt, Birni átti hugskotið til Rasmus, og vit samarbeiddu um fleiri sangir, nakað sum Lennon-Mc.Cartney, umframt at vit gjørdu sangir hvør sær, sigur Simme Jacobsen.