Birthe Helene f. Djurhuus og Jacob C. F. Olsen

f. 24.08.1916 ? d. 04.10.1999 f. 04.04.1902 ? d. 12.06.1963

At føðast hevur sína tíð

at doyggja hevur sína tíð

at gráta hevur sína tíð

at læa hevur sína tíð

at dansa hevur sína tíð

at missa hevur sína tíð

at syrgja hevur sína tíð


Eitt skeið í tilveru okkara er av. Mamma hevur lagt frá sær og svevur nú deyðans blund saman við pápa. Pápi varð bert 61 ára gamal, og mamma rakk gott og væl kempualdur. Vit fýra systkini hava býtt okkara millum tað, sum var inni hjá okkum. Vit hava hildið á nógvum og eru komin fram á mangt, sum hevur mint okkum á farnar dagar ? á tey sorgleysu barnaárini, tá vit øll vóru saman. Okkurt, sum vit sjálvi sum børn góvu foreldrum okkara ? sprellimannin, sum pápi gjørdi okkum ? ta »fínu« smørskálina, sum bert varð brúkt um høgtíðirnar ? hin dýra blýantsspískaran hjá pápa ? bindi- og hekliuppskriftirnar hjá mammu ? ummælisbókina hjá pápa ? mannakornini hjá mammu og onnur ting, sum hoyrdu til inni hjá okkum. Seinasta kvøldið, áðrenn systirin, sum býr í Danmark, fór av stað aftur, høvdu vit eina skilnaðarstund, og vit tosaðu nógv um mammu og pápa.

Mamma pápa var úr Knútsstovu í Havn og pápi hansara var av Toftanesi í Leirvík. Mamma mammu var úr Streymnesi og pápi hennara var av Strondum. Pápi okkara var føddur í Oyndarfirði og búði har til hann var 5 ára gamal, tá fluttu tey til Havnar. Mamma okkara var fødd í Hósvík og 14 ára gomul fór hon til Havnar at tæna. Pápi hevði síni foreldur, til hann var um 30 ára gamal, men mamma var longu 14 ára gomul foreldraleys. Pápi var 37 ár og mamma var 23 ár, tá tey giftust, so vit fýra systkini hava ongantíð havt ommur ella abbar hjá okkum. Tað kann tykjast nakað fátæksligt, men vit halda ikki, at vit saknaðu tað so nógv, tí familjan er stór ? serliga tann hjá mammu ? og vit høvdu nógv samband við hana. Mamma og pápi giftust beint fyri kríggið, og tá var ivaleyst mangan tungt bæði hjá teimum og øðrum at fáa endarnar at røkka saman.

Mamma var heima og pápi arbeiddi ofta langar dagar og hann teknaði og málaði um kvøldarnar. Mamma var tann praktiski parturin í teirra hjúnalagi og pápi var (vit kunnu kanska siga) spælibarnið. Mamma var sterk og røsk og gjørdi at kalla alt tað handaliga, pápi tók sær av tí skrivliga. Áðrenn pápi setti seg at tekna og mála um hvøldarnar, plagdi hann, sum mamma segði, at verma upp, vi ðat tekna ymiskt fyri okkum, sum vit so skuldu gita. Hetta dámdi okkum sera væl og tað var spennandi, tí ikki fyrr enn hann teknaði náttpottin, gavst hann. Tá vit fingu bøkur at lita í jóla- ella føðingardagsgávu, skuldi pápi altíð lita minst eina síðu í teimum. Mamma sang ofta fyri okkum. Hon lærdi okkum barnarímurnar hjá Hans Andriasi, skjaldur, tættir og kvæði. Eisini tá vit vóru løgst um kvøldarnar, sang hon og sum tann praktiska konan hon var, sat hon í køkinum við stokkum og læt so dyrnar standa opnar inn í kamarið til okkum. Pápi kom altíð at signa okkum, tá vit vóru niðurfarin. Mammu dámdi eisini so væl yrkingar, og tað lá væl fyri hjá henni at yrkja, og hon yrkti ofta til ymisk høvi í familjuni. Eisini hevði mamma stóran tokka til Frelsunarherin, og hon hávirdi tann gerning stovnarin William Booth byrjaði í London. Vit systkin gingu í sunnudagsskúla og vóru skótar hjá Frelsunarherinum í Havn.

Av tí at pápi hevði tær gávur, at hann dugdi at tekna og mála, varð hann kendur fyri síni jólakort, tekningar í jóla- og skúlabókum, skreytbløð, myndir, leikstjøld og mangt annað; mamma hevði ikki tær gávurnar, men hon syrgdi fyri at hann altíð kundi seta seg at skapa, og so tók hon sær av øllum tí húsliga arbeiðinum, eisini tí, sum menn gjørdu í øðrum heimum. Vit børn hugsaðu ikki so nógv um tað, tað átti bara at vera so.

Ímillum tey ting, ið lógu inni hjá okkum, vóru scrap-bøkur og ringbind, og har var nógv at síggja og lesa. M.a. hesar báðar yrkingarnar, sum vit prenta niðanfyri. Aðra yrkti Louis Zachariasen til pápa, tá pápi fylti 50 ár og hina yrkti Svanhild Zachariasen til mammu, tá mamma fylti 65 ár. Heima hjá okkum var tað helst sum hjá teim flestu, har var ofta gangur, skem og málageip, men har var eisini hátíðarligt og ikki minst hugni. Har lærdu vit siðir og atburð, rætt og órætt, gaman og álvara.

Í dag siga vit, at vit eru takksom fyri okkara foreldur og fyri barnaheimið, sum gav okkum lívd og hvíld, friðskjól og tryggleika.

Vit lýsa frið yvir minnið teirra.


Ingibjørg, Marjun, Jákup og Karin


Tú sást og tók tær ýti, hvar nakað ýti var,

og sjón tín for so víða, langt út um eingjargarð.

Hvørt litafyribrigdi og heildina í mátti,

alt fataði títt eyga, í sama andadrátti.


Tá vuksu myndir vakrar fram fyri tíni sjón,

so lív varð kveikt úr deyða. Nú komið er í nón,

vit ynskja vesturskin títt vil Føroyum fløva leingi

og ungum ættum boð frá aðalbornum dreingi.








Borin í heim í lítlari bygd

gird við fjøllum, prýdd við áum,

í lágari smáttu tú hevði búgv

? fossar runnu í gjáum ?.


Lítil og smæðin var henda smátta,

fevndi tó um stór og um smá,

mongum gav hon trygd fyri ótta,

tá veðrið ringa herjaði á.


Áargrind og skeljamatur

dagligur kostur var,

stórur pottur við gapandi øðum

varliga varð tikin úv.


Spældi í haga og á sandi,

á nýslignum hógvi at renna dyst,

flogsaðist so flættubandið

við eitt var burturmist.


Í ósa maðkapirrur at fanga

í rimli állukálvar

eftir rottugøtuni kláraði at ganga

? eitt bragd, ein hámetti sjálvur ?.


Á torvheiðar tú noyddist ganga

? ikki av fríum vilja ?

rann undan tarvi, ið dámdi sær at stanga,

leypur og tú máttu skiljast.


Fermd tú vart í nýggjari kirkju,

høgtíðsdámur yvir bygdini lá,

har tú skuldi um bandið styrkja

til vegin fyri framman lá.


Loknir vóru barnadagar,

ævintýrið ein enda fekk.

og tú leitaði burtur hagar,

hvar øll og alt eftir klokku gekk.


Nú tú rundar sekstifimm

árini bert vú væl,

hóast brim og brotasjógvar

høvdið ei undir var.


Vit tær takka fyri hesa løtu

og fyri mangar slíkar,

tillukku vit siga og leypa á føtur,

leingi livi tú ár, dagar og tímar.