Biskupar á vitjan í Christianskirkjuni

Føroyski biskupurin og biskupurin á Lolland-Falster, sum áður hevur verið prestur í Klaksvík, vitjaðu í gjár í Christianskirkjuni í Klaksvík, sum í hesum døgum heldur sín 50 ára føðingardag.

Seinnapartin fríggjadagin var hugnaløta í kirkjukjallaranum, og har luttóku Jógvan Fríðrikson, biskupur, og Steen Skovsgaard, sum síðani 2005 hevur virkað sum biskupur í Lolland-Falster í Danmark.

Jógvan Fríðrikson tosaði millum annað um nýggja listarverkið Jesus úr Nasareth, sum Edward Fuglø og Sjúrður Sólstein hava skapt og evnað til. Biskupur helt, at talan er um eitt meistaraverk, og Christianskirkjan nú kundi siga seg hava tvær altartalvur.

Steen Skovsgaard var prestur í Klaksvík frá oktober 1988 og átta mánaðir fram. Hann segði, at hann og familjan mintist við stórari gleði aftur á tíðina í Klaksvík. Hann segði, at tey høvdu lært nógv í Føroyum – millum annað at klokkan ella dagfestingin ikki altíð var so umráðandi, men at mann eisini kundi taka løtuna, sum hon var.

Nógv fólk var til hugnaløtuna, og ein av teimum var Otto Joensen, sum var borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, tá ið Christianskirkjan varð vígd 7. juli í 1963.

Sunnudagin kl. 11.00 verður hátíðarguðstænasta í Christianskirkjuni í sambandi við 50 ára dagin, og um kvøldið verður konsert við High Five, Kristinu Bærentsen og Nicolinu á Kamaranum.