Danskir biskuppar halda tað vera ósømiligt, at framsýningin Erotic World í ár letur upp langafríggjadag Sexleikur og pornofilmar er ikki tað, tey flestu seta í samband við páskirnar. Kortini hava fyrireikararnir av árligu donsku sex-framsýningini, Erotic World, valt at lata dyrnar á framsýningini upp sjálvan langafríggjadag.
Jan Lindhardt, biskuppur í Roskilde stift, harmast um, at slík tiltøk fara fram um høgtíðirnar
- Vit eru eftirhondini von við, at høgtíðirnar verða brúktar til at traðka á kirkjuna og alt tað, hon stendur fyri, sigur Jan Lindhardt við Kristeligt Dagblad.
Biskuppurin í Haderslev Stift, Henrik Arendt, er samdur
- Hetta er tekin um, at vit ikki longur hava eitt tætt tilknýti millum kirkju og mentan, sigur hann.
Karsten Nissen, biskuppur í Viborg Stift, heldur tað eisini vera ósømiligt, men leggur samstundis dent á, at fólk skulu sleppa at gera, sum tey vilja.
- Mær dámar tað ikki, men vit liva í einum fríum landi, sigur Karsten Nissen
Stigtakarin, Kenneth Strandby, dylur ikki yvir, at upplatingardagurin er valdur við vilja. Ætlanin er eisini, at ein pornostjørna, ílatin sum Jesus, kemur á vitjan á framsýningini.
- Vit halda hetta vera ein góðan máta at hátíðarhalad páskirnar. Vit liva í eini nýggjari tí, har tú saktans kanst fara í kirkju og síðani á sex framsýning, sigur Kenneth Strandby.