Bispur: Nú nænrkast nýggja kirkjan á Argjum

Fólkakirkjan hevur nú avgreitt málið um nýggja kirkju á Argjum. Nú verður bíða eftir Mentamálaráðnum

– Argja kirkja er í eygsjón.

Tað sigur Jógvan Fríðriksson, bispur, við Kringvarpið.

Fólkakirkjan hevur endaliga avgreitt málið, og nú liggur tað í Mentamálaráðnum.

Hann sigur við Kringvarpið, at í løtuni er ivamál, um fíggingin er í lagi. Kirkjuráðið, landið og fólkakirkjan skulu gjalda hvør sín triðing av nýggju kirkjuni.

Ein partur av eginfíggingini kemur frá søluni av gomlu kirkjuni. Hon er seld til Kvinnuhúsið, sum skal yvirtaka bygningin 1. januar 2028. Og peningarnir verða ikki goldnir fyrr enn tá.

Tað verður mett at taka umleið 22 mánaðir at byggja nýggju kirkjuna á Argjum. Um endaligt loyvi ikki verður givið, fyrr enn gamli kirkjubygningurin er yvirtikin, verður eingin kirkja á Argjum í minst 22 mánaðir. Tí arbeiðir fólkakirkjan við at fáa byggingina sett í gongd, skrivar Kringvarpið.

Bárður á Lakjuni, mentamálaráðharri, sigur við Kringvarpið, at hann hevur fingið málið frá bispi, men bíðar eftir tilmæli frá umsitingini. Hann veit enn ikki, um avgerð verður tikin fyri ella eftir ólavsøku.