Uni Næs:
- Bispur skal vera savnandi í orði og verki. Vit mugu tosa um innihald i kirkjuni og tað er áhaldandi at boða um Jesus, segði hann, sum tann fjórði, ið slapp framat at agitera fyri sær sum ovasti í nýyvirtiknu fólkakirkjuni í Læraraskúlahøllini leygardagin.
- Tað snýr seg um góð kor hjá kirkjuni at virka undir. Eg vil virka fyri at gera kirkjuna meira opna. Eg haldi, tað er ov lagt millum kirkjuráðini og stiftsstjórnina, segði Uni Næs.
Uni helt eisini at barna og ungdómsarbeiði átti at styrkjast. Tey eru framtíðin legði hann áherðslu á.
- Vit eiga at fáa fleiri prestar innan serøki. Vit fáa ikki børn og ung í kirkju og tí kundi tað verið ein máti at rokkið hesum við at sett eitt nú ítróttarprestar, segði Uni Næs.
Uni Næs vísti á, at uppgávurnar hjá prestum øktust, og tí áttu fleiri prestastørv at normerast. Um bispastarvið segði hann, at hetta fyrst og fremst var eitt hirðastarv og tað merkir, at bispur skal verða hirði hjá øllum prestunum og allari fólkakirkjuni.