15. november í 1990 tók Hans Jacob Joensen við sum bispur, og hevur hann sostatt sitið í nærum 17 ár. Um vikuskiftið boðaði hann frá, at hann leggur frá sær sum bispur 1. november í ár – eitt ár fyrr enn hann annars hevði ætlað.
– Eg hevði ætlað at sitið eitt ár aftrat, sigur Hans Jacob Joensen, og staðfestir at so verður tó ikki.
Yvirtøkan av fólkakirkjuni er beinleiðis orsøkin til avgerðina hjá bispi. Hann heldur ikki tað er rætt at yvirtaka fólkakirkjuna áðrenn allar lógir og kunngerðir eru gjørdar.
– Har kemur nógv arbeiði at liggja eftir yvirtøkuna, og tað tími eg ikki at brúka mítt síðsta ár til, sigur hann avgjørdur.
– Eg kann brúka tríggjar-fýra mánaðir til tað, og so kann onkur annar koma og taka um endan, heldur bispur fyri og sipar til, at frá tí, at fólkakirkjan verður yvirtikin á ólavsøku og hann fer frá 1. november, ganga nakrir mánaðir.
Vandamikið at seta dato á
Tað, at har verður nógv arbeiði eftir, at fólkakirkjan er yvirtikin, kemst sambært bispi rætt og slætt av, at tað ikki er arbeitt nóg mikið við málinum frammanundan. Málið hevur ikki fingið ta tíð, sum tað krevur. Tað merkir, at tað arbeiði, sum bispur heldur átti at verið gjørt frammanundan, má gerast aftaná.
– At seta dato á nær fólkakirkjan skal yvirtakast er ógvuliga vandamikið. Tað er tað fyri so vítt í øllum málum. Latið vera við at seta dato á, men gevið heldur málinum tað tíð tað krevur, so vit kunnu siga, at nú eru vit komin á mál, ella í hvussu so er rættiliga langt, og kunnu yvirtaka tá ella tá, eru ráðini frá bispi.
Skuldi frá í 2008
Annars vísir Hans Jacob Joensen á, at tað fyri so vítt ikki er nakað nýtt, at hann fer frá sum bispur næstum.
– Eg eri 69 ár og donsku reglurnar siga, at eg so skal frá um eitt ár. Nú verður tað so bara eitt át fyrr enn ætlað, staðfestir Hans Jacob Joensen, sum nú hevur sitið í út við 17 ár í starvinum sum bispur í Føroyum. Hetta er eitt langt áramál, men Hans Jacob Joensen vil vera við, at tað kortini ikki var nøkur trupul avgerð, hann boðaði frá á fundinum fyri kirkjuráðslimir, sum var leygardagin.
– Tað var fyri so vítt ein løtt avgerð. Eg fari frá 1. november í ár og tað er ófrávíkiligt, slær skjótt fyrrverandi bispurin fæst.
Vil ikki peika á eftirmann
Nú Hans Jacob Joensen fer úr sætinum, skal ein nýggjur bispur finnast. Men Hans Jacob Joensen ynskir ikki at peika á, hvør hann sær sum ein møguligan eftirmann.
– Hatta er ein spurningur, sum eg absolutt ikki vil viðmerkja, sigur Hans Jacob Joensen, ið heldur, at tað ikki hevði tænt nøkrum nakað, um hann nevndi møguligar komandi bispar.