? Teir sáttmálar, vit hava gjørt, geva eina lønarhækking uppá 1,5% um árið.
?Og tað er her á leið, at vit fara at leggja støðið, nú samráðingarnar av álvara eru byrjaðar á privata arbeiðsmarknaðinum.
Vilhelm Johnnesen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag er ikki sinnaður at tosa um eina lønarhækking uppá 10%.
Ein lønarhækking uppá minst 10% er annars tað, sum Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, sjálv heldur vera minsta kravið til ein tvey ára sáttmála.
Og hon heldur, at hon hevur gott um at halda,Eitt nú vísir hon til lønarhækkingarnar á almenna arbeiðsmarknaðinum.
Hon vísir eisini til lønarhækkingina uppá 60%, sum løgtingslimir góvur sær sjálvum.
Og hon vísir til, at keypiorkan hjá arbeiðarunum er fallin eini 23% seinastu árini.
Tí heldur hon, at ein lønarhækking uppá 10% verður minstakravið.
Bjóðar 1,5%
Men hesum er formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag, Vilhelm m. Johannesen als ikki samdur um.
Fyrsti fundurin ímillum Arbeiðsgevarafelagið øðrumegin og Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinunfelag hinuvegin var týsdagin.
Í í gjár var fundur við tað, sum nú verður nevnt Kak- Kam-Ham, sum stendur fyri Klaksvíkar ArbeiðsKvinnufelag, Klaksvíkar ArbeiðsMannafelag og HAvnar ArbeiðsMannafelag.
Og í komandi viku, byrja so samráðingarnar til nýggjan sáttmála av álvara fyri hendan sáttmálan, sum gongur út um eina viku, tann 30. apríl, tað er Dýra biðidag
Og tað er púra greitt, at formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur ikki líka stórar vónir til ein nýggjan sáttmála, sum Ingeborg Vinther hevur.
Partarnir siga ikki so nógv um tey krøvini, sum eru løgd fram.
Men Vilhelm M. Johannesen vísir á, at Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur longu gjørt fleiri sáttmálar sum gangaút komandi ár og í 2001.
M.a. eru sáttmálar gjørdir við Maskinmeistarafelag, Føroya Handverkarafelag, Prentarafelagið og flogmekanikararnar.
Allir hesir sáttmálarnir hava ein árligan lønarvøkstur uppá 1,5% um árið.
? Men tað allarmesta av lønarvøkstrinum er farið til eftirlønir, ikki til forbrúk, sigur Vilhelm M. Johannesen
Seinasti sáttmálin í røðini varð gjørdur mikudagin við maskinmeistarar við farmaskipum-sí aðrastaðni í blaðnum.
Hann er eitt vet hægri, men har fer alt til eftirlønir,
? Við hesum sáttmálunum, sum eru gjørdir, hava vit roynt at leggja eina linju.
? Og tað er hendan linjan, sum vit fara at taka støðið í, nú samráðingarnar á privata arbeiðsmarkaðinum byrja av álvara, sigur Vilhelm M. Johannesen.
? Vil tað siga, at tit eru sinnað at bjóða arbeiðarafeløgunum 1,5% í lønarhækking um árið?
? Ja, tað verður har á leið. ? Men um vit far so høgt, uttan at verða lagdir undir trýst, ivist eg í, leggur hann afturat
Hann hevur fyrr ført fram í Sosialinum, at vinnan er ikki før fyri at bera tær stóru lønarhækkingarnar, tí hon klárar seg so illa, umframt at vinnutólini eru niðurslitin.
Karsten Hansen hevur gjørt tað trupult
Formaðurin í Føroya Arbeiðsgvarafelag sigur, at tað kann ikki verða talan um at brúka sáttmálarnar á almenna og hálvalmenna arbeiðsmarknaðinum sum fyrimynd fyri sáttmálunum á privatu arbeiðsmarknaðinum.
Tí teir eru ov dýrir heldur Vilhelm Johannesen.
? Vit eru ikki serliga væl foreintir við sáttmálarnar við Føroya Tele, Starvsmannafelagið og onnur, almenn og hálvalmenn feløg.
? Ella sagt bart út:
? Vit skilja slett ikki, at fíggjarmálastýrið og Føroya Tele hava gjørt sáttmálar á so høgum støði.
Hann sigur, at støðið í teimum sáttmálununum, fer uttan iva at verða brúktur ímóti arbeiðsgevarunum.
? Men tað er væl skilligt, tí arbeiðarafeløgini eru ikki ein hálønarbólkur, so sjálvandi brúka tey tað ímóti okkum.
?Sostatt hevur Karsten Hansen gjørt sáttmálasamráðingarnar á privata arbeiðsmarknaðinum truplari, enn tær annars høvdu verið.
? Tí tað er onki at ivast í, at sáttmálarnir, sum eru gjørdir á almenna og hálvalmenna arbeiðsmarknaðinum fara at skapa órógv á privata arbeiðsmarknaðinum. Tað kann ikki sigast, at tær almennu Føroyar hava rætt privatu vinnuni eina hjálpandi hond, sigur Vilhelm M. Johannesen.