Framsýning
Hóast heystfrítíðin kann tykjast long hjá summum, so er eingin orsøk til at sita framman fyri sjónvarpinum og keða seg.
Føroya Náttúrugripasavn og Jarðfrøðisavnið hava gjøgnum farnu vikuna havt eina framsýning á skránni, sum serliga hevur verið ætlað øllum teim børnum, sum hava notið eina viku uttan skúla og barnagarðar.
Støðið hevur verið tikið í oljuleitingini í Føroyum, men børnini hava eisini fingið møguleika at vitja aðrar framsýningar.
Í framsýningini ?Oljuleiting í Føroyum? hava børnini roynt sítt hugflog við ymsum uppgávum, og eisini hava tey havt møguleika at sett seg niður at tekna, um hugurin var til tess.
- Sum við øllum øðrum framsýningum er endamálið fyrst og fremst at vekja áhugan fyri tí, sum vit hava at bjóða fram á savninum, sigur Palli Askham, sum hevur verið við til at fyrireika hesa framsýning.
Hann leggur afturat, at talið av teim vitjandi hevur verið óvanliga stórt, og at áhugin hjá børnunum hevur verið serstakliga góður.
- í miðal hava vit havt umleið 180 vitjandi um dagin. Og eftir áhuganum at døma, so ivist eg onga løtu í, at onkrir komandi oljuverkfrøðingar eisini telist millum hesi, sigur hann.
Framsýningin er skipað sum ein hugnaløta, har starvsfólk vegleiða børnunum, um tey hava okkurt at spyrja um.
Tá børnini eru vorðin móð av at ganga og hyggja, bjóða starvsfólkini teimum ein leskiligan Oljudropa frá Fóm og okkurt drekkandi frá PopTop, meðan foreldrini fáa kaffi og køkur.
Framsýningin er opin til og við fríggjadagin frá klokkan 13.00 til 16.00.