Skálavíkar kommuna hevur júst keypt tvey matrikulnummur niðarlaga í bygdini - á Stovumýru, tey rópa. Samlaða ognin er á slakar 3000 fermetrar tilsamans við ástandandi sethúsum.
Ætlanin hjá kommununi er at brúka part av økinum til brandstøð, verkstað og goymslu, men kommunan umhugsar eisini aðrar møguleikar við parti av hesum øki.
- Vit meta, at sethúsini eru í rímiliga góðum standi, og ein tanki er, at vit kanska fara at leiga húsini út til eina familju, sum soleiðis fær høvi at búgva í Skálavík í eitt ár ella so.
Linjohn Christiansen, borgarstjóri í Skálavíkar kommunu, vísir á, at fer kommunan at leiga húsini út, verður tað ætlandi fyri eina líkinda upphædd, soleiðis at fólk hava ráð at búgva her.
Hann vísir á, at í alt summar hevur hópur av fólki verið í bygdini, bæði á Hotel Skálavík og í summarhúsum kring um í bygdini. Hesi hava øll sett sín hugnaliga dám á summarið.
- Vit vilja jú gjarna hava fleiri fólk til Skálavíkar at búgva, og øll skulu vera so hjartaliga vælkomin, bæði tey, sum eiga summarhús her - og ikki minni tey, sum kundu hugsað sær at sett búgv her.
Linjohn Christiansen sigur, at seinni verður meira at frætta um ætlaninar hjá bygdarráðnum við nevndu matrikulnumrum, sum kommunan nú hevur keypt.
- Nú er keypið so nýtt, men tað er ikki óhugsandi, at vit fara at leiga sethúsini bíliga út til onkra familju at búgva í, kanska í eitt ár ella so, sigur borgarstjórin í Skálavíkar kommunu.
Sum skilst, er hugskotið aftan fyri møguliga leigumáli at geva fólki úr øðrum økjum høvi at vita, um tey kanska kundu hugsað sær at sett búgv í Skálavík.
Linjohn Christiansen vísir á, at um tað við hesum hevði eydnast at fáa fólk til Skálavíkar at búgva, kundu húsini hugsandi verið leigað út aftur til eina aðra familju.