Bjóða forkunnugt jólaborðhald

Sum eina leingjan av ferðavinnuátakinum í summar bjóða nólsoyingar nú fyritøkum at halda jólaborðhaldið í oynni, í somu hugnaligu húsunum, har kunningarstovan heldur til um sumrarnar

»Mann sær ikki skógina fyri berum trøum« er eitt beinrakið danskt orðatak, og samantvinnað við føroyska sannleikan um, at »gløgt er gestsins eyga«, fært tú júst tað samansjóðing sum førdi til, at Nólsoy í summar kundi lata upp eina kunningarstovu í oynnu.

Tá var tað fyri tað allarmesta tilfluttir nólsoyingar, sum tóku stig til átakið, og nú bjóðað verður fyritøkum og stovnum at koma út í oynna at halda sítt jólaborðhald, eru tað eisini í hesum føri tilfluttir nólsoyingar, ið hava sæð og tikið stig til hendan møguleikan.

- Tað er bæði fyri at kunna bjóða handlum, stovnum og fyritøkum eitt øðrvísi jólaborðhald, men eisini fyri at kunna útnytta teir framúr góðu og hugnaligu karmar, sum Petersens Pakkhús hevur at bjóða, sigur Guðrun Sundar Hansen, sum sjálv er havnarfólk, flutt til Nólsoyar.

Saman við Evy Toftegaard Nielsen, fuglfirðingi, flutt til Nólsoyar, tosaðu tær um hendan áhugaverda møguleika og drógu síðani Fríðu Jacobsen, heimafturvendur nólsoyingur, sum til gerandis arbeiðir innan matvøruøkið, inn í ætlanina.

- Hetta verður eitt heilt øðrvísi jólaborð, tí talan verður um bæði eitt traditionelt jólaborð og eina útferð. Karmurin er sera hugnaligur í Petersens Pakkhúsi, ið er frá 1700-talinum, og sum kunningarstovan eisini húsast í um sumrarnar, greiða tær tríggjar frá.

 

Alt-í-einum

Maturin, tær tríggjar bjóða, er traditionellur jólaborðhaldsmatur við »eksotiskum« ísletti. Tað fer at merkjast, at mann er úti á bygd, og møguleiki verður fyri eitt nú skurða ella svartfugli.

Talan verður um kalt borð við føroyskum fati og teir vanligu heitu jólarættirnar. Vit hava ikki lagt okkum á nakra fasta matskrá, men fara at velja bestu rávøruna, ið er til taks, siga Guðrun, Fríða og Evy, sum eisini leggja dent á, at tær taka sær av øllum í sambandi við jólaborðhaldið, bæði mati og drekka.

Tankin aftanfyri er, at fyritøkurnar koma út til Nólsoyar við Rituni klokkan 19 leygarkvøld, fara meiri ella minni beinleiðis til borðs, hugna sær í tríggjar tímar og síðani aftur til Havnar við Rituni klokkan 22.25 at festa víðari.

- Av tí at jólaborðhaldini verða hildin í sama høli, sum kunningarstovan heldur til um sumrarnar, og at báturin hjá Ova er í sama húsi, ber sjálvandi til at síggja bátin og hoyra eitt sindur um Ova Joensen, um áhugi er í tí, siga stigtakararnir.

Tær hava ikki lagt seg á nakað fast undirhald, men eitt lítið sanghefti verður tó tøkt, og um ynski er um meiri á tí økinum, ber altíð til at tosa um tað.

Skipað verður fyri jólaborðhaldum fýra leygardagar á rað, fyrstu ferð 24. november og seinastu ferð 15. desember. Pláss er fyri 30 fólkum, og til ber at fáa meiri at vita ella melda til hjá Guðrun Sundar Hansen á tlf. 22 28 62.