Bjóða lesandi at skriva um Klaksvík

Á fundi í gjárkvøldið samtykti Klaksvíkar Býráð eitt rættiliga sermerkt.

Tað hendi, tá ið býráðið samtykti at bjóða lesandi í hægri útbúgvingum at skriva høvuðsuppgávu um Klaksvíkar Kommunu.

Í hesum sambandi samtykti býráðið eisini, at kommunan kann rinda fyri ferðaútreiðslur í sambandi við uppgávuskrivingina.

- Hetta er eitt stig vit taka fyri at lata umsitingina upp, sigur Jógvan skorheim, borgarstjóri.

- Vit hava nógv dugnalig lesandi, bæði í Føroyum og útlandinum. Fyri okkara kommunu hevur tað stóran týdning, at tey føla seg vælkomin, og hesin møguleikin kann knýta bond millum tey sum lesa og Klaksvíkar Kommunu.

Borgarstjórin vísur í hesum sambandi á, at kommunan vil hava gott samband við tey lesandi.

Í fjør gjørdi Klaksvíkar Kommuna og Íverksetarahúsið eina avtalu um, at lesandi kundu brúka høli hjá Íverksetarahúsinum til lesistovu og arbeiðspláss.

Eisini skipaði kommunan saman við Samvinnu, ið er eitt felag fyri føroysk lesandi á CBS, fyri einum kunningarfundi í Skúlanum við Ósánna, har vinnulívið varð við.

- Býráðssamtyktin í gjárkvøldið gevur lesandi møguleikan at skriva uppgávu um eina føroyska umsiting ið dagliga arbeiðir við spennandi uppgávum og framtíðarætlanum, sigur Jógvan Skorheim.

Samstundis kann kommunan fáa nógv burtur úr, at onnur hyggja at kommununi við nýggjum eygum, leggur hann afturat.