Bjóðar føroyingum at keypa sínar tyrlur til serprís

Høgt metta A. P. Møller felagið »Maersk Helicopters« hevur boðið føroyingum tvær av sínum tyrlum fyri serprís

Høgt metta A. P. Møller felagið »Maersk Helicopters« verður søga longu í hesum árinum. Felagið, sum í 24 ár hevur rikið tyrluflúgvingina millum oljupallarnar í danska partinum av Norðsjónum og Esbjerg, var ov stutt, tá tyrluflúgvingin í Norðsjónum herfyri varð boðin út. Eitt kanadiskt felag fekk sáttmálan, sum ger, at tyrlurnar hjá Maersk missa 75 prosent av sínum arbeiðsøki og harvið mugu gevast.

Tað er í hesum sambandi, at leiðslan í Maersk Helicopters hevur boðið Atlantsflog at keypa tvær av sínum tyrlum fyri, sum varastjórin í Maersk Helicopters málber seg, »serprís«.

Atlantic Airways eigur og rekur í dag eina tyrlu, sum flytur ferðafólk millum oyggjarnar. Hendan tyrlan varð í 1983 keypt frá netupp Maersk Helicopters.

Atlantic Airways hevur í umbúna at skifta hesa tyluna út, og hevur hugt at nýggjum tyrlum í millum annað USA. Nú Maersk Helicopters brádliga hevur mist sítt tilverugrundarlag í Norðsjónum, hevur falagið sæð seg tvingað til at selja tyrlurnar, og í hesum sambandið hevur felagið boðið Atlantic Airways tær báðar minnu fronsku tyrlurnar. Hesar tyrlur eru 6 ára gamlar.

Jan Hagemann, varastjóri í Maersk Helicopters, er vónsvikin av, at teir nú eftir 24 ár mugu gevast - steingja.

Í Esbjerg, og serliga hjá A. P. Møller, er hýrurin ringur, tí afturlatingin av Maersk Helicopters hevur við sær, at 80 fólk missa arbeiðið. Ein føroyskur pilotur hevur arbeitt hjá Maersk Helicopters. Hann hevur longu fingið arbeiði aðrastaðni.

Tað eru krøvini hjá ES til almenna útbjóðing, sum hava gjørt, at Maersk Helicopters mistu kontraktina við sítt egna systurfelag, Maersk Olje og Gas.

Jan Hagemann dylur ikki fyri, at Maersk Helicopters hevur havt eitt vakið eygað við gongdini í Føroyum, og at teir hava sæð møguleikar at vera við í eini komandi føroyskari oljuvinnu. Nú verður hetta so av ongum.

Hann heldur tað annars vera skilagott, um Atlantic Airways keypir tær báðar smærru tyrlurnar, tí tá verður Atlantic Airways ført fyri at nøkta tørvin á ikki bert ferðafólka og farmaflutningi millum oyggjarnar, men eisini kunna taka sær av eftirlitsuppgávum í sambandi við sjómarkið umframt at vera við í einari komandi oljuleiting í Føroyum.

Jan Hagemann sigur, at sum er, so er Atlantic Airways ikki ført fyri at lúka treytirnar til uppgávur í sambandi við oljuvinnu. Til tess krevjast millum annað pilotar við nógvum flogtímum og royndum í offshore flúgving.