Bjálkin og flísin ? (fyrri partur)

Tann 23. februar hevði fyrrverandi løgmaður Atli Dam eina drúgva grein í Dimmalætting og Sosialinum, sum var eitt aftursvar til Høgna Hoydal landsstýrismann, undir yvirskriftini: ?Betong-tungur bjálki av ósakligheit.?

 

Kai Vágfjall


Tann 23. februar hevði fyrrverandi løgmaður Atli Dam eina drúgva grein í Dimmalætting og Sosialinum, sum var eitt aftursvar til Høgna Hoydal landsstýrismann, undir yvirskriftini: ?Betong-tungur bjálki av ósakligheit.?

Eftir at hava lisið greinina, var eg ikki sørt skelkaður. Tað var ein sálarlig pínsla at lesa hesa grein. Ongantíð hevði eg kunnað at hugsa mær, at ein núverandi ella fyrrverandi løgmaður kundi troysta sær at festa slíkt ótespuligt á blað. Vónaði at onkur annar treiv í pennin, heldur enn eg, men sum dagarnir gingu, og eingin hirdi at svaraði aftur, fari eg at royna eftir besta førimuni.


Misbrúk av Orði Guds.

Atli loyvir sær at brúka halgubók, ella rættari at misbrúka Orð Guds og blakar við tí eftir øðrum. Tað fyrsta sum rann mær í tankarnar var, at tá Atli tekur dømið úr bíbliuni um bjálkan og flísina, og vanhalgar hetta brotið úr fjallaprædikuni, kann hann neyvan hava lisið brotið, áðrenn hann festi orðini á blað. Tí hevði hann lisið tey áðrenn, hevði hann neyvað brúkt hetta dømið.

Eg skal tí endurgeva orðarætt hvat stendur um hetta í Matteus 7.1 ? 5:

?Dømið ikki, fyri at tit skulu ikki verða dømd! Tí við dóminum, ið tit døma við, skulu tit vera dømd, og við málinum, ið tit mála við, skal tykkum verða mált.

Hví sært tú flísina í eyga bróður tíns, men verður ikki varur við bjálkan í tínum egna eyga?

Ella hvussu fært tú sagt við bróður tín: ?Lat meg taka flísina út úr eyga tínum!? ? tú, sum sjálvur gongur við bjálka í eyganum!

Hyklari tín! Tak fyrst bjálkan út úr tínum egna eyga, og tá kanst tú síggja væl at taka flísina út úr eyga bróður tíns!?


Orð Guds er persónligt

Hesi álvarsomu orð eru ikki ætlað okkum menniskjum at brúka móti øðrum, men til okkum sjálvi. Orð Guds er persónligt, og vendir sær beinleiðis til hvørt einstakt menniskja. Sostatt eiga vit ikki at siga við onnur, at tey hava ein bjálka í eyganum, men vit skulu sjálvi kanna eftir, hvussu er statt hjá okkum sjálvum. Finna vit ongan bjálka hjá okkum sjálvum, og tað gera vit sjáldan, gevur tað okkum tó ongan rætt til, hvørki at finna bjálka ella flís í eyganum hjá nøkrum øðrum.


At elska næstan

Vit kenna øll boðið um at elska næstan. Sjáldan er nakað boð í skriftini so nógv missbrúkt sum hetta. Vit menniskju eru skjót at hevja fingurin og siga við onkran, at viðkomandi eigur at elska næstan. Í flestu førum verður meint við, at onnur eigur at elska meg, ístaðin fyri at tað eri eg, sum eigi at elska næstan, sum eru øll hini.

At elska næstan er bara hálvur sannleikin, tí ein kann ikki uppfylla hetta næststørsta boðið í orði Guds, uttan at uppfylla tað størsta. Hvat er so tað?

Jú, í Mateus 22. 37-40 stendur soleiðis:

?Tú skalt elska Harran Gud tín av øllum hjarta tínum, av allari sál tíni og av øllum huga tínum.

Hetta er hitt stóra og fyrsta boðið. Men annað er hesum líkt: ?Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan.?

Sum áður nevnt, so eru tað ikki Atli Dam ella Høgni Hoydal, sum í mínum føri skulu elska meg, men eg eigi at elska teir. Somuleiðis havi eg ongan rætt til at finna hvørki bjálka ella flís í eygunum á teimum, men heldur hyggja í spegilin og vita, um eg ikki kann finna nakran slíkan fremmandan lut í mínum egnu eygum.


Atli tikið sær framíhjárætt

Atli er sjálvur farin út í fjølmiðlarnar og hevur greitt føroya fólki frá, at hann hevur funnið ein bjálka í eyganum á Høgna Hoydal. Hann sigur ikki hvussu stórur hesin bjálki er, men hann er betongtungur í øllum føri, eftir hvat Atli hevur vigað. Sostatt hevur hann tikið sær tann frammíhjárætt at finna bjálkar í eygunum hjá øðrum, í hesum føri hjá Høgna Hoydal.

Tað er ein sera stór og álvarsom uppgáva at taka á seg, at finna bjálkar í eygunum, hjá øðrum, men hetta fýrir Atli tó ikki fyri, og heldur hann seg vera tann rætta til tað, so veri tað hansara egna søk. At brúka orð Guds her í lívinum at ugga og styðja seg við, er gott og sera umráðandi. Tað gevur einum eina góða barlast, hóast tað mangan er torført at liva eftir orðinum. Men at misbrúka orð Guds er sera álvarsamt, og skal ein og hvør sum slíkt ger, einaferð standa til svars fyri tað.

Okkum er tó loyvt, og tað er eisini okkara skylda at finnast at skeivleikum í samfelagnum, sviki, órættvísi, væntandi mannarættindum o.s.fr. her í lívinum, uttan at ein kann skjóta seg undir hetta emni.


Styrki skal til.

Tað er flestu okkara í holdi borði, at vit kunnu leypa framav. Gjørd ger fær onga vend. Men eitt kunnu vit altíð gera, og tað er at ganga í okkum sjálvi og viðganga, at vit hava gjørt skeivt. Biða viðkomandi, hvør hann/hon nú er, um fyrigeving. Men tað krevur bæði dirvi, styrki og sjálvransakan at gera slíkt.

Eina slíka styrki átti Helena Dam á Neystabø. Her var frægari stiril í. Hon tók avleiðingarnar og segði seg frá, uttan tó at vera samd í niðurstøðini, men gjørdi tað, fyri at ikki nakar ivi skuldi vera um hennara trúvirði. Slíkur persónur er trúverdigur og hevur sjálvsvirðing.


Ólavsøkugudstænastan.

Mær rennur nú í huga eina ólavsøku, tá ein ávísur prestur skuldi halda ólavsøkuprædikuna. Atli dámdi ikki hendan prestin og tann boðskap hann stóð fyri, og boykottaði gudstænastuna. Hetta var fyrstu ferð nakað slíkt er hent í Føroya søgu. Eg veit ikki um tað var ein flís ella ein bjálki sum hann sá í eyganum á hesum manni, tað skal eg ikki taka dagar ímillum. Árið eftir slapp Atli ikki at velja, um hann vildi fara við í løgtingsfylginum til ólavssøkugudstænastu. Tá hevði føroya fólk talað og dómurin var tann, at Atli slapp als ikki við uppí fylgið úr tinghúsinum oman í Havnar Kirkju, og er ongantíð sloppin uppí hatta fylgið síðani.

Hetta var bara ein viðmerking til ein lítlan part av tí sum Atli skrivaði um, men eg ætli at koma við eini aðrari viðmerking til tann politiska partin í somu grein hansara, fyri ikki at vevja alt samam.