Bjørk upp í flaggstríðið?

Íslendska songkvinnan Bjørk sendi føroyingum og grønlendingum eina heilsan, tá hon í gjárkvøldið fór undir sína konsertferð. Declare Independence! Fái tykkum sjálvstýri! Boðini til føroyingar og grønlendingar frá Bjørk vóru greið á konsertini í Laugardalshøllini í gjárkvøldið.

- Eg vil ognað Føroyum og Grønlandi hetta lagið, segði Bjørk, tá hon varð klappað uppaftur á pallin at spæla eykalag eftir lokna konsert. Hon spældi síðan lagið Declare Indenpendence av komandi fløgu síni. Lagið var sambært Arnar Eggert Thoroddsen blaðmanni á Morgunblaðnum eitt hart pumpandi tekno punklag, við tekstinum:

 

?Declare Independence

Don?t let them do this to you.

Raise the flag higher and higher.?

 

Arnar Eggert greiður frá, at tey 4000 fólkini, ið vóru komin saman í Laugardalshøllini vórðu tikin á bóli av hesum, tí hetta kom óvart á, men rómurin var øgiligur.

- Øll tyktust at taka undir við hesum, ja, kanska ikki teir danirnir, sum vóru har, men øll onnur, sigur tónleikatíðindamaðurin í telefonini úr Reykjavík.

Arnar sigur, at hann fer at skriva um hendingina í Morgunblaðnum.

Konsertin í gjárkvøldið hjá Bjørk var tann fyrsta á hennara heimsumfatandi konsertferð, í sambandi við útgávuna av nýggju fløguni Volta. Fyrsta stakfløgan kom út á alnetsølu í gjár.

Konsertferðin gongur um nakrar vikur til USA, áðrenn leiðin gongur aftur til Evropa, har m.a. Roskilde Festivalurin stendur á skránni. Men áðrenn USA var á skránni, stóð Laugardalshøllin í Reykjavík fyri tørni.

Nýggja fløgan hjá Bjørk er nógv umrødd, m.a. tí at hon á henni samstarvar við heimskenda framleiðaran Timbaland, nærum alt, ið Timbaland rørir gerst gylt. So kanska flaggstríðið endar á Billboard.