Í fimm umførum hevur føroyska talentliðið verið til VU-spelen í Gøtuborg. Kappingin er sera, sera sterk, og kann í mongum førum samanberast við eitt norðurlandameistaraheiti og kanska enn sterkari viðhvørt. Kortini hevur tað onkuntíð eydnast okkara at koma upp á sigurspallin. Í 2006 vann tann tá 12 ára gamli Rúni Seloy silvur á 600 metrum. 13 ára gamla Rebekka Fuglø vann bronsuna á sama teini. Í 2010 eydnaðist Bjørk Herup Olsen at vinna bronsu á 1.500 metrum fyri gentur 19 ár, og í fjør komu tey heim við tveimum bronsuheiðursmerkjum. Tað vóru Marnar Djurhuus á 3.000 metrum dreingir 15 ár og Katarina Høj á 600 metrum gentur 12 ár, sum stóðu fyri teimum.
Fyrsta gullmerkið
Men í gjár høvdu vit á fyrsta sinni ein føroying á ovasta pallinum! Eitt sindur óvæntað kanska, tí á startlistanum til 3.000 m forðarenning var ein rættiliga skrøpp tanta, sum neyvan hevði verið til at havt við at gjørt, um hon livdi upp til tilmeldingartíðina. Tað gjørdi hon ikki, tí hon møtti ikki til kappingina. Onkur onnur avboð vóru eisini, so tá saman um kom, vóru bert fýra kvinnur á startinum. Umframt Bjørk vóru vóru tað tvær svenskar og ein íslendsk kvinna.
Hesar fýra fylgdust fyrsta umfarið, men longu tá sást, at tær báðar aftaru høvdu hug at dragnað. Bjørk og tann eina svenska, Emma Dahl, sum er nummar fýra á svenska styrkislistanum, fylgdust fyrstu 1.000 metrarnar, men so tók at slitna millum tær. Seint men trygt legði Bjørk meira og meira sjógv ímillum, og eftir 2.000 metrum sá út til, at hetta fór at gerast ein tryggur sigur.
Datt og vann
Men tá bert smáir 500 metrar vóru eftir, hendi nakað, sum fekk tað at renna kalt niður eftir bakinum hjá øllum í føroysku leguni. Bjørk datt um eina forðing, og fór skerfløt skreiðandi eftir breytini. Hetta kundi gerast smeitur, men lukkutíð var Bjørk skjót á føtur aftur og helt til beins undan tí svensku, sum nú var komin eitt fitt petti nærri, og nú eisini sá sær ein møguleika at taka gullið.
Tá so langt er útliðið í einari forðarenning, er sera trupult at finna aftur í rytmuna, samstundis sum man blívur bangin fyri forðingunum. Munurin var minkaður úr 60 niður í 30 metrar og minkaði alsamt. 150 metrar og vatngrøvin fyri seinastu ferð. Øll hildu ondini. Jú, tað gekk væl. Bert ein forðing eftir. Tað gekk eisini væl. Nú var bert eftir at spurta á mál eftir gullmerkinum. Og hetta eydnaðist eisini til fulnar í nýggjari føroyskari mettíð – trý sekund framman fyri svensku Emma Dahl. Gamla metið, sum var 11.01,90, varð betrað til 10.55,28.
Tvey met í einum
Hendan tíðin er ikki bara føroyskt met. Hetta er eisini tað sterkasta úrslitið nakrantíð í føroyskum frælsum ítrótti, um hugt verður eftir stigunum í talvuni hjá IAAF. Harafturat er hetta met fyri universitetið, har Bjørk gongur. Fyrr í summar vóru boð úr Danmark eftir Bjørk, har hon varð biðin um at umboða Danmark í NM U23 í júst hesi greinini. Tá var tað gamla metið – 11.01,90, sum danir høvdu fingið eyguni upp fyri. Og seinastu trý árini er tað eisini bara ein donsk kvinna, sum hevur runnið hendan teinin skjótari enn Bjørk.
Enn fleiri met
Fyrsta metið kom tá ið Bjørk Herup Olsen rann 1.500 metrar. Málið hjá henni var eitt persónligt og harvið eisini nýtt føroyskt met, sum hon setti á júst VU Spelen í 2010, tá hon rann 4.37, 83. Hetta megnaði hon upp á hangandi hár. Nevniliga við tíðini 4.37,31 min., sum altso er nýggja føroyska metið.
Øssur Debes Eiriksfoss setti nýtt føroyskt met í 110m forðarenning. Øssur kom á mál smá tvey sekund undir metinum hjá Regini Reinert. Gamla metið var 19,2 sekund, nýggja metið er 17,38 sekund.
Hann setti eisini nýtt føroyskt met í trístøkk. Gamla metið, sum hann sjálvur átti, setti hann á oyggjaleikunum, tá hann leyp 13,93 metrar. Hesaferð megnaði hann at koma út á 13,96 metrar, og harvið at betra føroyska metið við trimum sentimetrum.
Herfyri gjørdist hann fyrsti føroyingur upp um tveir metrar í hæddarlopi, og í hesi kappingini royndi hann at betra um tað við at hoppa 2,02m. Hetta miseydnaðist.