- Bjørn gongur lætt um sannleikan

Tað er ikki fallið í góða jørð hjá Birgit Sivertsen, forkvinna í ungmannafelagnum hjá Sjálvstýri, at Bjørn á Heygum, formaður í Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag, í tíðindunum hjá Kringvarpinum í dag fanst at avgerðini hjá flokkinum ikki at fara upp í samgonguna.


Í lesarabrævi við heitinum ”Bjørn gongur lætt um sannleikan”, førir hon fram, at tað ikki er rætt, ið partafelagin sigur um støðuna, tá hann metir, at fleiri í flokkinum eru positivt sinnað at fara upp í samgongu, men at tað er Jógvan Skorheim, formaður floksins, ið forðar fyri hesum.


- Sum forkvinna í ungmannafelagnum hjá Sjálvstýri, eri eg umboð í landsnevnd Sjálvstýrisfloksins, og var eg á báðum landsnevndarfundunum, ið Bjørn á Heygum sipar til í samrøðu við Kringvarpið í dag, skrivar Birgit Sivertsen og leggur afturat.


- Bjørn á Heygum sigur sjálvur í innslagnum, at mann ikki má koma við skeivum og misvísandi útmeldingum, ið ikki eru í tráð við veruleikan. Eg eri púra samd við Bjørn í hesum, og tískil skilji eg ikki hví hann velur at fara ímóti sínum egnu ráðum, og geva beinleiðis ósannar frágreiðingar um, hvat hendir innanhýsis í flokkinum.


Sambært forkvinnuni í ungmannafelagnum, so vóru tað fleiri fólk á fundinum, ið tóku undir við avgerðini ikki at fara upp í samgongu við Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn.


- Vit vóru fleiri á landsnevndarfundinum, ið ráddu tinglimunum til ikki at fara upp í samgonguna, og tað bleiv væl grundað á hví og hvørjir vansar vit sóu við hesum. Bjørn á Heygum var ósamdur, men spurningurin er, hvussu skilagott tað er, at vit sum flokkur fara inn í eina samgongu, har ikki full semja er um tað innanhýsis?


- Tað er mær ein gáta, at Bjørn á Heygum kemur við slíkum útmeldingum. Fiskivinnipolitikkur okkara var viðgjørdur á landsfundi 3. -5. februar 2017, har Bjørn á Heygum eisini var umboðaður, skrivar Birgit Sivertsen.