Bjørn á Heygum er nærum samdur við Óla Jacobsen, sum í blaðnum í gjár m.a. samanbar landsins leiðslu við skip uttan skipara og hann helt, at einki grundarlag er fyri at byggja fullveldi omaná nakað, ið ikki virkar.
Bjørn á Heygum fyrrverandi løgtingsmaður, heldur, at Óli kanska tók nakað harðliga til orðana, men hann heldur, at tað sum gongur fyri seg líkist mest utopi, ynskidreymum.
- Einki er lagt á borðið, sum kann undirbyggja, at fortreytirnar fyri fullveldi eru til staðar. Ein saknar okkurt ítøkiligt, tí vit mugu øll sanna og staðfesta, at ein milliard vantar, tá vit fáa fullveldi, og einki boð er enn komið um, hvar vit fáa hana frá, sigur Bjørn á Heygum, sum tí heldur fullveldistosið vera veruleikafjart.
- Tað sum er áhugavert fyri okkum uttanfyristandandi, sum eygleiða, tað er hvat samgongan ger, um búskaparbólkurin, sum er settur, kemur til tað úrslit, at einki búskaparligt grundarlag er fyri fullveldi - ongin fyritreyt er fyri at taka ræði í egnum landi. Sleppur samgongan tá ætlanunum, ella heldur hon áfram við teimum?, spyr Bjørn á Heygum.
Fyri einhvønn prís?
Koma vit til tað úrslit, skal fullveldi tá gjøgnumførast fyri einhvønn prís? Um milliardin ikki kemur inn í føroyska búskapin, uttan at sparingar verða settar í verk, so livifóturin lækkar, kanska eina helvt, eru teir so til reiðar at gjøgnumføra tað?, spyr Bjørn á Heygum, sum heldur, at tosið er ov lítið ítøkiligt og alt ov hugsjónarligt.
Hann metir at tað praktiska er gloymt, eins og avleiðingarnar fyri vanliga føroyingin í gerandisdegnum.
Hann heldur spurninginurin er, um hetta ikki bert er bygt á trúgv og dreymar, uttan mun til veruligar fortreytir.
Bjørn á Heygum sigur, at tað hann veit, so væntar hann ikki, at føroyska vinnan klárar at bera og fíggja, at vit kanska skulu skera 100 milliónir árliga, um vit kanska hugsa okkum eina yvirgangstíð uppá 10 ár. Hann minnir eisini á, at tað at hava ein suverenan stat eini hevur eykaútreiðslur við sær til. t.d. uttanríkistænastu og umsiting av dóms- og politivaldi.
- Tað sum fyriliggur er alt ov lítið ítøkiligt, sigur Bjørn á Heygum í viðmerking.
Stýrisskipanin
Bjørn á Heygum var við til at smíða stýrisskipanarlógina. Óli Jacobsen førdi í gjár fram, at hon virkaði illa og at tá kanningarstjórar hava kannað eitt hvørt, so verður ikki eingang hugt at niðurstøðuni.
Vit hava spurt Bjørn eftir lítlaru viðmerking til hetta.
- Stýrisskipanarlógin er ikki betri, enn tey, sum umsita hana. Eins og ein hvør onnur lóg. Ein má og skal draga nakrar avleiðingar av eini lóg, annars kann ein vera hana fyri uttan. Vit kenna alt ov nógv dømi um slíkt í Føroyum, men ein lóg má respekterast, sigur Bjørn á Heygum.
- Hevur politiska skipanin ikki rygg til at draga avleiðingar av stýrisskipanarlógini, so er tað sera keðiligt, tí eg meti ikki nakað er galið við henni. Hon er nóg góð og inniheldur alt hon skal, fyri at fáa skil í politisku skipanina, men so mugu politikarar spæla við og vera førir fyri at taka avleiðingar av ávísum niðurstøðum, ið kanningar koma fram til, sigur Bjørn á Heygum í stuttari viðmerking til tað, sum Óli Jacobsen í gjár førdi fram um, at úrslitini hjá kanningarstjórum eru pengar út á sjógv, tí eingin hyggur eftir úrslitunum.