Bjørt Samuelsen hevur verið tíðindakvinna í meira enn tíggju ár. Royndirnar eru nógvar ? bæði í norskum og føroyskum fjølmiðlum. Hon hevur arbeitt í loftmiðlunum í Føroyum, har hon mangan hevur sett politikarum spískar og kritiskar spurningar.
Nýggja starvið fevnir um nógv. Millum annað skal Bjørt sum kunningarráðgevi læra upp og vegleiða í samskifti við fjølmiðlarnar.
Hon sigur, at hon var nakað í iva, um hon skuldi søkja starvið. Tí hon er glað fyri tað, sum hon ger. Bjørt dámar sera væl at vera journalistur. Seinasta árið hevur tó arbeitt sum free-lance. Tað hevur latið dyrnar upp fyri uppgávum av øllum møguligum slagi. Men hóast tað, so var hon aftur at síggja á skíggjanum til valsendingina hjá sjónvarpinum til løgtingsvalið í ár. Men ikki til júst farna kommunuval.
? Eg segði upp í sjónvarpinum, tí eg vildi hava vald á mínari egnu tíð, sigur roynda tíðindakvinnan.
Hon ætlaði sær umframt at arbeiða eisini at hava tíð til at baka, seyma og hugna sær, men flennandi greiðir hon frá, at tað als ikki hava verið stundir til tað.
? Eg eri tó ofta heima, tá børnini koma heim, men eg havi gjørt simpulten so nógvar og fjølbroyttar uppgávur, síðani eg fór úr sjónvarpinum, greiðir Bjørt frá.
Nú hevur hon so ein mánað ella so at fáa allar snøklarnir upp á pláss, áðrenn hon byrjar í nýggja starvi sínum á løgmansskrivstovuni um hálvan desember.
Samskipa kunningina
Bjørt Samuelsen skal sum kunningarráðgevi á løgmansskrivstovuni samskipa kunningina úteftir. Hendan hevur verið nakað tilvildarlig, og har heldur Bjørt, at Føroyar mugu sigast at vera ein eftirbátur.
? Vit eru helst tað seinasta landið í vesturheiminum, sum ikki hevur eina kunningardeild á hægsta stjórnarstøði, heldur hon fyri.
Men hon ivast samstundis ikki í, at hetta nýggja starvið er ein liður í , at umsitingin skal gerast meiri opin, sum tað stendur í samgonguskjalinum.
Bjørt leggur tó dent á, at hon kemur ikki at virka sum ein liður millum landsstýrismenn og fjølmiðlar.
Sum er kunnu tíðindafólk so at siga, tá tað passar teimum fáa fatur á ráðharrum ella politikarum, sum tey hava brúk fyri. Við eitt nú at ringja á teirra fartelefon ella umvegis teldupost.
Hóast hon ikki kemur at ávirka tað á nakran hátt, so setur Bjørt spurnartekin við, hvussu smart tað er, at tíðindafólk venda sær beinleiðis til landsstýrismannin.
? Tá fer alt beinleiðis í gjøgnum politiska filtrið hjá politikaranum, vísir hon á og leggur afturat, at tað kundi verið eitt gott hugskot at upplært embætisfólkini at samskifta við fjølmiðlarnar. Tí nevniliga hesi sita ofta við einari breiðari vitan um ymisk mál.
Bjørt heldur, at tað ofta letur til, at sambandið millum til dømis umsiting og fjølmiðlar ikki er so gott. Hon heldur, at tað ræður um at fáa serliga embætisfólk trygg við fjølmiðlarnar.
Spurd um hon ikki fer at virka sum ráðgevi fyri løgmanni serliga, svarar Bjørt, at hon kemur at verða ráðgevi bæði fyri løgmanni og landsstýrinum.
? Løgmaður er so mikið royndur í politikki, at honum tørvar ikki, at eg sigi honum hvat og hvussu hann skal bera seg at yvir fyri fjølmiðlunum, men eg komi jú at sita á løgmansskrivstovuni. Mín uppgáva verður í stóran mun at samskipa kunningina frá Stjórnardeildini, sigur Bjørt.
Sama hugburð
Starvið sum kunningarráðgevi fevnir um, at Bjørt skal vera ráðgevi fyri landsstýrinum og allari umsitingini, hon skal samskipa kunningarvirksemið hjá landsstýrinum, tilrættisleggja sambandið hjá umsitingini og politikarunum við fjølmiðlarnar og evna til politikk og virkisætlan fyri almennari kunning stóð í starvslýsingini.
? Tað er vónleyst hjá mær at siga nakað nágreiniligt um, hvussu arbeiðið kemur at verða, men tað er ongin ivi um, at hetta fevnir breitt, staðfestir Bjørt.
Bjørt kemur eisini inn á spurningin um alment innlit. Tað er eitt mál, sum hongur nakað ofta í leysari luft, og hugburðurin er ógvuliga ymiskur millum ráðini og stovnarnir.
? Tað skuldi bara mangla, at hugburðurin til alment innlit er tann sami frá ráði til ráðs, heldur Bjørt Samuelsen.
Spurd um, hví hon sjálv heldur, at júst hon fekk starvið, svarar Bjørt speiskliga, tí hon er kvinna.
So brestir hon út úr at flenna.
? Nei, nei, nú mugu vit heldur koma víðari, ha? Eg havi drúgvar royndir, og pappírini hjá mær eru í lagi. Eg haldi,at eg lúki øll krøvini til hetta starvið, sigur Bjørt, sum ikki vil hoyra talan um, at hon skal vera ein sokallaður spindoktari fyri landsstýrið.
? Eg blívi ein sparringspartnari, og hetta starvið ger, at eg brádliga skal samskifta øðrvísi við mínar starvsfelagar. Eg kann eitt nú ikki tipsa teir longur, greiðir smílandi hon frá og leggur afturat, at hon helst ikki hevði fingið eitt starv sum spindoktari, tí hon er politiskt ólitt.
Yvirum aftur
Um hálvan desember skal Bjørt byrja í nýggja starvinum. Hon væntar, at hennara sentrali leiklutur í starvinum verður sum samskipari av kunningini.
Hon kemur so inn aftur á hetta, at tað verður so nógv øðrvísi at arbeiða, ein øðrvísi gerandisdagur og hon skal venja seg við at vera hinumegin borðið.
? Eg fari sjálvandi at sakna umhvørvið í loftmiðlunum og fríheitina til at gera tað, eg havi hug til sum free-lancari, men eg dugi veruliga ikki at síggja nakra forðing í, at eg fari yvir um aftur borðið einaferð í framtíðini, sigur Bjørt, sum heldur, at journalistar gera tað mest spennandi og týdningarmesta arbeiðið í einum fólkaræði.
Hon vil ikki hava nakra serviðgerð av nøkrum slagi, og hevur tískil sagt við sínar starvsfelagar, at tey skulu vera líka kritisk við hana, sum hon hevði verið við tey, um onkur teirra fór starvið sum kunningarráðgevi.
? Eg var sum sagt í iva, um eg skuldi søkja, men nú eri eg glað fyri tað, og eg gleði meg at fara í gongd, sigur Bjørt Samuelsen, fyrsti kunningarráðgevin á løgmansskrivstovuni í Tinganesi, sum er sett fyribils til juni 2008.
Fakta
Navn:Bjørt Samuelsen
Aldur:39 ár
Starv:Kunningarráðgevi á løgmansskrivstovuni
Útbúgving:Matvøruverkfrøðingur og journalistur
Starvs-
royndir:Starvsvenjing á Aftenposten, meðan hon var undir útbúgving, arbeitt á Forbrukerrapporten í Noregi og síðani á sjónvarpsrásini NRK. Flutti heim til Føroya ársskiftið 2000/01 at arbeiða í Útvarpi Føroya í hálvt triðja ár, síðani í Sjónvarpi Føroya og seinasta árið sum free-lance