Óhapp og brek við flogførunum hjá Atlantsflog skaða umdømið hjá felagnum. Tí krevur landsstýrið sum meirilutaeigari Atlantsflog eftir eini frágreiðing. 24. mars: Eitt flogfar hjá Atlantsflog missir annað nasahjólið undir fráferð úr floghavnini í Kastrup.
6. apríl: Tekniskt brek noyðir eitt flogfar hjá Atlantsflog at avlýsa fráferð úr Kastrup. Millum ferðafólkini, sum mugu bíða í tríggjar tímar eftir øðrum flogfari, er fyrrverandi, amerikanski varaforsetin og nobelvinnarin, Al Gore.
21. apríl: Eitt flogfar hjá Atlantsflog við føroyskum vinnulívsfólki á veg til Brússel sleppur ikki avstað úr Vágum. Flogfarið skuldi fáa streym úr landi, men av einhvørjari orsøk virkar skipanin ikki, og flogfarið missir allan streymin. Øll tólini mugu løðast og innstillast av nýggjum áðrenn fráferð.
Nevndu dømi fáa nú landsstýriskvinnuna í vinnumálum at reagera.
- Tað er eingin ivi um, at søgur um møgulig brek við flogførunum hjá Atlantsflog, sum koma út í heimspressuna, kunnu skaða felagið, sigur Bjørt Samuelsen.
Hon eftirlýsir betri kunning frá Atlantsflog, og hevur tí givið felagnum boð um at koma við frágreiðingum um brekini við flogførunum.
- Tað geri eg, tí eg sum evsti myndugleiki havi eina ábyrgd. Tí vil eg vita, hvørjum støði trygdin í felagnum er á.
Landsstýriskvinnan vil ikki siga, um óhappini fáa avleiðingar fyri nakran.
- Vit hava fyrr sæð, at tað fær avleiðingar, um talan er um álvarslig viðurskifti. Men eg havi í dag onga orsøk til ikki at hava álit á Atlantsflog, sigur Bjørt Samuelsen.