Bjørt spyr um útlendingalógina

- Hví verður útlendingaøkið ikki yvirtikið fyrr enn í 2011?

Hendan spurningin vil Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, hava Anniku Olsen, landsstýriskvinnu at greiða frá.

Bjørt Samuelsen spyr eisini, um ein yvirtøka ikki er klár fyrr enn í 2011, hvør er so orsøkin til hesa drúgvu seinking? Og hvussu langt er komið við fyrireiking av einum integrasjónspolitikki í hesum sambandi ?

Í viðmerking til spurningin sigur vísir Bjørt Samuelsen á, at í vikuni sendi landsstýriskvinnan út tíðindaskriv har boðað verður frá, at ætlanin er at yvirtaka útlendingamál frá 2011 at rokna.

- Tað hevur leingi sæð út sum at yvirtøkan av útlendingamálum eru drigin út, og nú er so staðfest, at tað verður ikki yvirtikið fyrr enn í fyrsta lagi 2011.

Hetta heldur Bøjrt Samuelsen vera stak óheppi, ikki minst tá hugsað verður um, at lógin, sum gevur ES-arbeiðsmegi smidliga atgongd til føroyska arbeiðsmarknaðin, nú verður sett úr gildi, og ikki kann koma í gildi aftur fyrr enn arbeiðsloysið kemur niðurum 3,5%. Hetta kann koma at raka føroysku vinnuna meint, og harvið eisini okkara búskap.

Hon vísir á, at Innlendismálaráðið hevur í áravís arbeitt við at fyrireika yvirtøkuna av útlendingaøkinum ? samráðingarnar millum donsk og føroysk embætisfólk vórðu lidnar longu í 2003, og ein drúgv frágreiðing gjørd í hesum sambandi. Á sumri 2008 varð Útlendingastovan sett á stovn.

- Síðani ABC-samgongan tók við hevur ljóðað, at sparingar eru gjørdar á útlendingastovuni. Tað sampakkar illa við tørvin at gera ein føroyskan útlendinga- og integrasjónspolitikk, sum sjálvandi er neyðugur í sambandi við eina yvirtøku av útlendingalóggávuni.

Hon vísir á, at í sambandi við ríkislógartilmælið um at seta lógina um ES-arbeiðsmegi í gildi - sum Løgtingið samtykti á vári 2008 - var avtalan púra greið: Útlendingalóggávan skuldi yvirtakast, so vit sjálvi kunnu umsita hetta fyri okkara vinnu og arbeiðsmarknað so týdningarmikla málsøki. Júst av hesi orsøk varð Útlendingastovan sett á stovn. Í viðmerkingunum til ríkislógartilmælið skrivaði táverandi landsstýriskvinna í útlendingamálum: ?Arbeitt verður fyri at yvirtaka málsøkið so skjótt sum til ber, og í seinasta lagi í 2009, soleiðis at tað verða føroyskir myndugleikar, ið fáa fulla ábyrgd eins og føroysk lóggáva, ið kemur at vera galdandi á økinum.?

- Táverandi landsstýriskvinna, sum umboðaði Javnaðarflokkin, metti tað sostatt vera møguligt at yvirtaka útlendingaøkið í 2008 ella seinasta lagi 2009. Tí kann tað undra, at sitandi landsstýriskvinna, sum umboðar Fólkaflokkin, ikki heldur tað vera møguligt at yvirtaka fyrr enn í 2011 - hóast tað stendur í tíðindaskrivinum at samráðingarnar við danir verða lidnar longu primo 2010. Samráðingar ið, sum víst er á, longu vórðu gjørdar fyri fleiri árum síðani, sigur Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi.