Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinna í vinnumálum, er vil hava Karsten Hansen at taka av kunngerðina um toll- og avgjaldsfríar tubbaksvørur Tað fellur ikki í góða jørð hjá landsstýriskvinnuni í vinnumálum, Bjørt Samuelsen, at Karsten Hansen, landsstýrismaður, hevur lýst, at eftir 1. juli kunnu sigarettir, sigarillos, sigarir og aðrar tubbaksvørður ikki flytast inn toll- og avgjaldsfrítt. Hon sigur, at málið er als ikki viðgjørt politiskt.
-Eg havi tosað við Karsten Hansen um hetta, og hann er beinleiðis biðin um at steðga hesi kunngerðini, sum kemur inn á økið hjá vinnumálaráðnum, sigur Bjørt Samuelsen.
Hon sigur, at eisini í dag hava bæði hon og Jóannes Eidesgaard, løgmaður, gjørt greitt, at hetta er ein sera óheppin kunngerð.
-Tað ber ikki til at seta hesa kunngerðina í gildi 1. juli, júst sum ferðavinnan er upp á tað hægsta. Haraftrat kemur, at málið hevur slett ikki fingið nakra politiska viðgerð, sigur Bjørt Samuelsen við Kringvarpið.