Bjargingarlið úr Suðuroynni eru farin undir at bjarga 14 skúlanæmingum, sum hava gingið seg fastar á Vágseiði. Talan er um 14 næmingar á Adventure-breytini í 10. flokki, har næmingar úr Vágs Skúla, og Tvøroyrar skúla, eru.
Næmingarnir vóru farnir vestur á Eiði at í sambandi við útilív hjá 10. flokki, men ímeðan teir vóru á eini hellu, øtlaði hann veðrið, og brimið varð so nógv, at teir sluppu ikki inn aftur.
##med2##
Fólk sum Miðlahúsið hevur samband við upplýsa, at eingin vandi á ferð, men tað er neyðugt at síga næmingarnar upp.
Vit fylgja málinum og frætta meiri seinni.

Bjarga skúlanæmingum á Vágseiði


