12 ára gamla Anna Berg Arnholdsdóttir og omma hennara, Ruth Thistrup Jensen, koma gangandi nærindis Bursatanga, nakað eftir midnátt ólavsøkuaftan í fjør.
Knappliga sigur Anna við ommuna, at hon hoyrir onkran rópa eftir hjálp við bryggjukantin. Hóast tað er rættiliga myrkt, so fara tær yvir har, sum Anna heldur rópið koma frá.
Tá síggja tær ein mann á sjónum, sum hongur í einum enda. Hann orkar ikki at koma upp á bryggjuna og tyktist rættiliga maktaður. Tær taka í hann, men megna ikki at toga hann upp.
Tær fáa fatur í øðrum at hjálpa sær, fáa mannin upp á turt og síðani verða løgregla og sjúkrabilur boðsend.
Maðurin er rættiliga illa fyri og skelvur av kulda. Løgreglufólkini leggja beinanvegin eitt serlig teppi yvir mannin og nakað eftir kemur so sjúkrabilurin og flytir mannin á Landssjúkrahúsið.
Tey, ið komu til staðar og sóu støðuna, siga í teirra uppskoti, at hevði Anna ikki fatað rópini og eftirfylgjandi gjørt tað rætta, so hevði maðurin ikki klárað støðuna.
Anna Berg Arnholdsdóttir fekk tí heiðursbræv innan fyrstuhjálp 2015. Endamálið hjá Reyða Krossi við at tilnevna Ársins Fyrstahjálpara er tvýbýtt. Tað eina er at heiðra tey ímillum okkum, sum hava útint holla og lívbjargandi fyrstuhjálp. Hitt endamálið er at varpa ljós á, hvussu umráðandi tað er at duga fyrstuhjálp. Hetta er fjúrtanda ferðin at Ársins Fyrstahjálpari verður kosin av Reyða Krossi.