Bjargaði manni upp av sjónum

Tað er serliga ein maður, sum skal vera fegin um, at løgreglan koyrir runt í býnum um næturnar at ansa eftir

Tað er serliga ein maður, sum skal prísa seg lukkuligan fyri, at løgreglan ger nógv burtur úr at koyra runt í býnum um næturnar at ansa eftir fólki.

Tíðliga í morgun kom løgreglan nevniliga  fram á ein mann, sum var dottin á sjógv niðri á Skálatrøð í Havn.

Hetta var klokkan 5.30 í morgun, tá ið býarlívið so smátt var við at hæsa av, tá ið løgreglan av tilvild legði leiðina framvið á Skálatrøð, og tey sóu, at ein maður var farin á sjógv, og ikki slapp upp aftur sjálvur.

Løgreglan fekk so mannin upp, og hóast hann hevði ligið á sjónum eina løtu, var hann kortini so mikið væl fyri, at hann var koyrdur til húsar, heldur enn á Landssjúkrahúsið.