Bjargingarbát til Havnar Bjargingarfelag

Gongst sum ætlað, hevur Havnar Bjargingarfelag keypt ein spildurnýggjan bjargingarbát á sumri 2007. Á fundi í sunnudagin vórðu limirnir kunnaðir um forvitnisligu verkætlanina


Havnar Bjargingarfelag hevur leingi havt ætlan um at keypa ein skjóttgangandi bjargingarbát. Nú er ætlanin komin so mikið ávegis, at klárt var sunnudagin at kunna limirnar um ætlaða keypið.
Talan verður um ein svenskan bát í sokallaða Victoria flokkinum, ið kostar umleið 4 milliónir kr. Báturin hevur 1000 hestar, er bygdur til endamálið og hevur alla neyðuga serðútgerð. Eitt nú vendir hann eisini runt aftur av sær sjálvum, um hann hvølvist. Ein svenskur bátur av slagnum kemur á royndarsigling í Føroyum í apríl mánað fyri at kanna, hvussu hann hóskar til umstøðurnar í Føroyum.
Lítil ivi er um, at brúk er fyri einum slíkum báti í Suðurstreymoyarøkinum, sum er bygdur serliga til bjarging á sjónum. Felagið hevur tvær ferðir í ár verið úti til slíkar uppgávur, har neyðugt var at lána ein bát.
Jens Jensen, formaður í Havnar Bjargingarfelag, sigur, at í teirra uppleggi til mynduleikarnar verður mett, at brúk er fyri fýra bjargingarbátum í Føroyum, ein til hvørt bjargingarøki. Tá kann samlaða sjálvbodna bjarginartænastan dekka eitt arbeiðsøki uppá 10 til 15 fjórðingar úr Føroyum.