Útsetti dysturin millum AB og KÍ í Klaksvík, sum orsakað av Europa luttøkuni hjá KÍ varð útsettur, varð spældur í nógvum vindi í kvøld.
KÍ vann 3-1 eftir hálvleiksstøðuna 1-1.
Rógvi Poulsen var nýggjur á AB beinkinum. AB legði seg á odda, tá ið Bjarki C. Nielsen við høvdinum snittaði bóltin upp um KÍ verjan. Silas Eyðsteinsson í AB málinum sparkaði langt fram á vøllin, har bólturin varð snittaður víðari, og verjuspælið hjá heimamonnunum sá ikki so sannførandi út, tá ið Bjarki C. Nielsen varð leysur og takkaði fyri møguleikan, tá ið tíggju minuttir vóru farnir.
Málið kveikti stríðsviljan hjá argjamonnum, sum longu frá fyrsta bríksli høvdu lagt bragdliga fyri.
Vindurin darvaði nógv, og tað var ikki frítt tilvildarligt. Tað varð lagt nógv fyri í nærdystunum, og KÍ javnaði, tá ið 20 minuttir vóru farnir. Boris Dosljak, sum í kvøld var millum teir fyrstu ellivu, legði fram úr vinstru, og Páll A. Klettskarð lyfti við høvdinum bóltin upp um AB málverjan, sum var á veg fram úr málinum.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki eydnaðist tað KÍ at leggja seg á odda 2-1. Innleggið var úr høgru, og tá ið bólturin sprakk í hondina á einum av verjuspælarunum, bríkslaði dómarin fyri brotssparki, sum Jóannes Bjartalíð umsetti til 2-1.
AB verjumistak fimm minuttir undan leikloki bar við sær, at Ole Erik Midtskogen varð púra leysur frammanfyri málverjanum. Hann valdi tó ósjálvsøkið at trilla bóltin til Boris Dosljak, sum takkaði fyri og skoraði til 3-1.
KÍ er á øðrum plássi og heldur lív í vónini at vinna seg í Europa. Um tað fer at eydnast valdast um, hvussu tað fer at ganga leygardagin á heimavølli ímóti HB, og hvussu tað fer at gangast, tá ið B36 fær vitjan av NSÍ.
AB hugburðurin í kvøld vísti, at argjamenn fara at stríðast fyri søkini leygardagin, tá ið EB/Streymur í síðsta umfari verður gestur á Argjum.
KÍ – AB 3-1 (1-1)
0-1: Bjarki C. Nielsen 10.
1-1: Páll A. Klettskarð 20.
2-1: Jóannes Bjartalíð br 68.
3-1: Boris Dosljak 85.
Dómari: Bjarki Danielsen
KÍ: Lukasz Jarosinski – Jesper Brinck, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Dávid Langgaard (Deni Pavlovic, 46.) – Boris Dosljak, Steinbjørn Olsen (Jóannes K. Danielsen, 46.), Jákup B. Andreasen, Jonn Johannesen (Ole Erik Midtskogen, 46.) – Jóannes Bjartalíð, Páll A. Klettskarð
Gult kort: eingin
Venjari: Mikkjal Thomassen
AB: Silas Eyðsteinsson – Gilli Róason, Sørin Samuelsen, Mikkjal Hentze, Ári Arge (Leivur F. Guttesen, 85.) – Jákup Pauli Breckmann, Bjarni Skála (Adeshina Lawal, 67.), Rógvi Poulsen, Asbjørn Heðinsson – Jasper Van Der Heyden, Bjarki C. Nielsen
Gult kort: Jákup Pauli Breckmann, Ári Arge
Venjari: Rógvi Poulsen
HB | 26 | 22 | 2 | 2 | 80 | 22 | 68 |
KÍ | 26 | 19 | 4 | 3 | 71 | 24 | 61 |
NSÍ | 26 | 19 | 3 | 4 | 54 | 23 | 60 |
B36 | 26 | 19 | 2 | 5 | 74 | 33 | 59 |
Víkingur | 26 | 14 | 2 | 10 | 51 | 43 | 44 |
ÍF | 26 | 7 | 5 | 14 | 33 | 55 | 26 |
EB/Streymur | 26 | 7 | 3 | 16 | 25 | 61 | 24 |
TB | 26 | 3 | 6 | 17 | 17 | 40 | 15 |
Skála | 26 | 1 | 4 | 21 | 20 | 69 | 7 |
AB | 26 | 0 | 7 | 19 | 17 | 73 | 7 |
Leygardagin 7. november
KÍ - HB
Víkingur - ÍF
B36 - NSÍ
AB - EB/Streymur
TB - Skála