Bjargingarliðið mátti til arbeiðis í Fámjin

Øll yvirtromin fór oman av einum gomlum húsum og hon endaði í túninum hjá grannanum

Seinnapartin í dag vórðu boð send eftir Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag at koma til Fámjins at hjálpa eftir at eini hús vóru farin í vindinum.

Claus Olsen í Bjargingarfelagnum sigur, at øll yvirtromin var farin av húsunum og hon endað í túninum hjá grannanum. Men teir vóru væl mannaðir og fingu bjarga støðuni, áðrenn skaði stóðst av.

Fàmjiningar siga, at talan er um eini gomul sethús, sum ongin býr í, og sum eru fallin í órøkt, tí vóru tey hildin, var onki hent, tí skaðastormur var ikki í Fámjin í dag, tó at hvirlurnar vóru harðar viðhvørt.

Claus Olsen leggur afturat, at summastaðni standa hús, sum eru í so ringum standi, at tey áttu at verðið tikin niður, áðrenn tey elva til skaða í ódnarveðri.

Annars hevur løgreglan ikki fingið boð um nakran skaða í dag.